01.09.2023
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Nú byrja lestrarkaféir og verkstaðir fyri lesandi

Lestrarvegleiðingin á Setrinum skipar javnan fyri lestrarkaféum og verkstaðum fyri lesandi gjøgnum lestrarárið, og lagt verður út nú 5. september

Lestrarkaféin á Setrinum hevur til endamáls at savna lesandi á Setrinum til hugnaliga samveru við eini stuttari og lestrarviðkomandi framløgu.

Øll lesandi eru vælkomin og eingin tilmelding er neyðug.

Kaféin byrjar við einum drekkamunni kl. 13.00, og framløgan byrjar kl. 14.00.

Fyrsta lestrarkaféin verður 5. september, og framløguna hendan dagin heldur Cecilia N. Sørensen um fíggjarligt frælsi.

Nærri kunning um stað kemur í næstu viku.

Verkstaður fyri lesandi

Verkstaðurin hevur til endamáls, at lesandi virkið arbeiða við amboðum ella akademiskum førleikum, sum eru viðkomandi fyri lesturin.

Verkstaðurin er frá klokkan 13.00-15.00, og pláss eru fyri 15 til hvønn verkstað.

Fyrsti verkstaðurin verður 13. september um Ð, og tað er Lena Reinert, sum stendur fyri honum.

Tilmelding til verkstaðin er neyðug, og nærri kunning kemur eisini um tað í næstu viku.

Sí alla skránna fyri lestrarkaféir og verkstaðir lestrarárið 2023/24 her.