30.09.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Nú er klárt at søkja lestrarpláss

Á fyrsta sinni letur Fróðskaparsetur Føroya nú upp fyri nýggjum sjúkrarøktarfrøðilesandi í vetrarhálvuni, og Lestrarskrivstovan er til reiðar at taka ímóti umsóknum

Vilt tú hava eina útbúgving, sum gevur tær bestu møguleikar at fáa starv eftir lokið prógv mitt í týdningarmikla kjarnanum í vælferðarsamfelagnum?

So er at søkja um lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði nú.

Vit hava pláss til 25 lesandi at byrja í  januar.

Nærri kunning um útbúgvingina finnur tú her.

Umsóknarblað er her.

Umsóknarfreistin er á midnátt 15. november.