Nú er klárt at søkja um stuðul til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum (Foto: gransking.fo)
14.09.2022
Setrið
Skriva út

Nú er klárt at søkja um stuðul

Granskingarráðið boðar í dag frá, at nú er klárt til at søkja um stuðul til smærri kanningar og til granskingarverkætlanir, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin í Føroyum 

Stuðulin er ætlaður til verkætlanir, sum yvirskipað fara vera til gagns fyri arbeiðsmarknaðin.

Talan kann vera um verkætlanir, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er treyt, at talan er um kanningar og gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.

Stuðul til kanningar og gransking

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur gjørt av, at peningurin skal býtast soleiðis:

3 milliónir krónur verða settar av til smærri kanningarverkætlanir

Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til kanningarverkætlanir, og til ber at søkja um millum 100.000 og 300.000 kr.

Umsóknarfreist verður í fyrsta umfari tvær ferðir um árið, 1. november og 1. mai. Faknevndin viðger umsóknirnar á fundi í seinnu helvt av mai og fyrst í desember. 

7 milliónir krónur verða settar av til granskingarverkætlanir.

Granskarar kunnu søkja saman við granskingarstovnum í Føroyum.

Freistin verður tann sama sum til stuðul til gransking annars, og tað er 15. februar, og krøvini tey somu generelt, undantikið tað fakliga økið, sum verður orðað við støði í reglugerðini.

Peningurin kemur úr Frítíðargrunninum

Við broytingini í frítíðarlógini á vári 2022 varð gjørt av at avtaka Frítíðargrunnin og lata fæ grunsins, ið er 10 milliónir krónur, til Granskingarráðið at umsita.

Peningurin skal brúkast til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum sambært reglugerð, sum landsstýrið hevur gjørt.

Reglugerðin um stuðulin kann takast niður her