Turið Sigurðardóttir og Malan Marnersdóttir, professarar á Setrinum, góvu í 2011 út Føroysk bókmentasøga 1. Nú kemur annað bind
06.03.2023
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nú kemur Føroysk bókmentasøga 2

Fríggjadagin 10. mars klokkan 15 verður útgávutiltak á Námi á Hoyvíksvegnum 72, nú Føroysk bókmentasøga 2 kemur út

Fyrsta bind av Føroysk bókmentasøga, sum kom út í 2011, rakk til aldarskiftið 1900. Í hesum nýggja bindinum førka vit okkum inn í nýggju øldina, tá føroyska bókmentaøkið av álvara fór at blóma.

Føroysk bókmentasøga 2 fevnir um tíðarskeiðið 1900-1939, og hetta tíðarskeiðið er stórur vøkstur í bókmentum, ikki minst veksur talið av tekstsløgum.

Rák uttan úr heimi seta síni frámerki á føroyskar bókmentir, føroyskt mál tekur seg fram, og trúartekstir gerast føroyskir. Harafturat fær týðing alt størri týdning. Hetta er somuleiðis tíðarskeiðið, tá føroyskar barnabókmentir verða floygdar við søgum, sangum, barnablaði og myndprýðingum til børn.

Í hesum bindinum taka fagurbókmentir dik á seg. Hetta er tíðin, tá høvundar sum Hans Andrias Djurhuus, Janus Djurhuus, William Heinesen, Christian Matras, Mikkjal á Ryggi og aðrir stíga fram.

Í bókini verða útgávur og verk lýst og greinað, sum kasta ljós á evni, ið hava upptikið føroyskar høvundar í eini tíð við kríggi, umfarsóttum og kanska eini tilveru í útlegd, men eisini við stórari samfelagsligari framgongd. Hetta var samstundis tíðarskeiðið, tá kvinnur fingu valrætt, og børn vórðu viðurkend sum bólkur við bókmentaligum tørvi og áhugamálum.

Talan er um eitt stórt verk, sum telur knappar 800 blaðsíður.

Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir, professarar á Føroyamálsdeildini, hava lagt verkið til rættis og skrivað meginpartin. Aðrir høvundar eru Kirsten Brix og Leyvoy Joensen.

Bókin verður at fáa til keyps í bókahandlunum.

Framløga verður í sambandi við útgávuna á Námi á Hoyvíksvegnum 72 fríggjadagin 10. mars klokkan 15.

Øll eru vælkomin.