University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Rektarar NUSCT Montenegro Mai 2026

Fróðsksaparsetur Føroya er við í NUSCT-samstarvinum. Ovast h.m. er Martin Tvede Zachariasen, rektari

13.05.2026
Setrið

NUSCT-samstarvið havt rektarafund í Montenegro

Rektarar frá universitetum í NUSCT-samstarvinum, har smátjóðir og øki eru umboðað, hittust í Montenegro fyri at styrkja akademiska samstarvið 

NUSCT stendur fyri Network of Universities of Small Countries and Territories, og samstarvið hevur nú havt sín áttanda árliga rektarafund, sum varð hildin 8. mai 2026 á Universitetinum í Montenegro.

Á fundinum luttóku rektarar og leiðsluumboð frá universitetum kring Europa og aðrastaðni.

Vertur var Universitetið í Montenegro, og rektarar høvdu høvi at umrøða felags avbjóðingar og at seta felags mál fyri víðari menning av NUSCT-samstarvinum. 

Fundurin varð settur av Vladimir Božović, professara og rektara á Universitetinum í Montenegro, sum legði dent á týdningin av altjóða akademiskum samstarvi fyri universitet í smáum londum og økjum.

Eisini helt Savo Marković, professari og rektari á Universitetinum “Mediterranean” í Podgorica, eina vælkomurøðu.

Í røðu síni legði Áslaug Ásgeirsdóttir, rektari á Universitetinum í Akureyri, og sum er forseti í NUSCT, dent á tann týdning, sum NUSCT hevur sum álítandi samstarvspallur fyri samskifti og samstarv. Hon vísti á góð úrslit viðvíkjandi flytføri hjá lesandi og starvsfólki, stovnssamstarv og felags átøk, samstundis sum hon legði áherðslu á tørvin at styrkja samstarv um gransking, nýskapan og menning av hægri útbúgvingarpolitikki.

Høvuðsevni og niðurstøður

Á fundinum umrøddu rektararnir fleiri týðandi mál, millum annað:

  • leiðslu, sjálvræði og fígging av universitetum í smátjóðum og økjum
  • nýhugsan um undirvísing og læring, eitt nú enskmæltar útbúgvingar, talgilt og samansett flytføri, felags talgild skeið og mikroútbúgvingar
  • samstarv um gransking og menning av granskingarførleikum, herundir ætlanir um arbeiðsbólkar og felags skipanir fyri granskarar og phd-lesandi
  • vitlíki, talgildar skipanir og nettrygd í hægri útbúgving
  • samskifti og sjónligheit hjá netverkinum og limastovnunum

Rektararnir staðfestu týdningin av NUSCT sum eitt netverk, ið ger tað møguligt hjá universitetum í smáum londum og økjum at samstarva heldur enn at kappast, styrkja sína altjóða sjónligheit og í felag at loysa bygnaðarligar avbjóðingar.

Komandi tiltøk

Á fundinum varð eisini hugt aftur á fyrstu akademisku NUSCT-ráðstevnuna, sum varð hildin í Føroyum, og stórur stuðul varð vístur fyri at halda fram við ráðstevnusamstarvinum.

Samtykt varð at arbeiða víðari við ætlanunum um eina felags NUSCT-ráðstevnu í 2027, sum Universitetið í Andorra og Hægri útbúgvingarstovnurin í Álandi verða vertir fyri.

Somuleiðis varð staðfest, at 9. árligi rektarafundurin hjá NUSCT verður hildin í Álandi í mai 2027.

Takk til vertsstovnin

NUSCT takkar Universitetinum í Montenegro fyri at hava hýst fundinum og fyri arbeiðið at fremja dialog og samstarv millum universitet í smátjóðum og økjum. Fundurin í Podgorica vísti tann virkna leiklutin, sum vertsstovnurin hevur í altjóða akademiskum samstarvi og regionalari menning.

Um NUSCT

Network of Universities of Small Countries and Territories (NUSCT) er eitt samstarvsnetverk fyri hægri lærustovnar í smáum londum og økjum. Endamálið er at styrkja samstarv um útbúgving, gransking og nýskapan og at fremja akademiskt frælsi, sjálvræði hjá stovnum og burðardyggari menning í smáum hægri útbúgvingarskipanum.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 05 05 At 15 47 56 Forkanning Um Vitlíki Handað Landsstýrismanninum Fíggjarmálaráðið

    FMR fingið forkanning um vitlíki í Føroyum

  2. 2 Klipt Bergur Djurhuus Hansen Og Bárður Á Lakjuni Tilrading Um Vitliki Handad

    UNESCO handað landsstýrismanninum tilmæli um vitlíki

  3. Screenshot 2025 10 09 At 12 11 28 Sjúkrarøktarfrøði Setur

    Umsóknarfreist 1. juni: Klinisk vegleiðaraútbúgving