06.05.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

NVD við í fróðargrein um sildastovnar í Norðuratlantshavinum

Náttúruvísindadeildin var við til at byrja og fullføra eina verkætlan um greining av sildastovnum í Norðuratlantshavinum. Vísindalig grein við úrslitum er nú prentað í MEPS.


Heitið á greinini er: "Stock structure of Atlantic herring Clupea harengus in the Norwegian Sea and adjacent waters."

Greinin var prentað 2. mars í vísindaliga tíðarritinum: Marine Ecology Progress Series,  Vol. 522: 219–230, 2015

Stuttur samandráttur
Í greinini verða kanningar av genetiska strukturinum av Atlantshavssild (Clupea harengus L.) umtalaðar (Mynd 1). Sild úr Norskahavinum og grannahøvum vórðu kannaðar við 23 neutralum og ikki-neutralum microsatellittum. Microsatellittar eru  partar av DNA, sum ikki eru kodur fyri nakað protein.  DNA-broytingar koma oftari fyri í microsatellittum enn í kodandi pørtum av DNA, og teir eru tess vegna rímuliga væl egnaðir til at vísa munir millum fiskastovnar. Sild frá tveimum stovnum, sum hildnir vóru vera norsk várgýtandi sild og íslendsk summargýtandi sild, vóru veiddar á gýtingarøkjum sínum í gýtingartíðini frá 2009 til 2012. Sýni vórðu eisini fingin til vega av norskari heystgýtandi sild úr ymsum norskum firðum. Harafturat vóru sýni tikin av føroyskari summargýtandi og heystgýtandi sild. Genetiski munurin var lítil í flestu førum. Stórur munur var tó á sild úr summum norskum firðum og sild úr Norðuratlantshavinum. Valdu microsatellittarnir skiltu ikki millum norska várgýtandi og íslendska summargýtandi sild. Hóast lítil genetiskur munur var at síggja millum flestu av rannsakaðu sildastovnunum, so var týðiligur munur á lívssøgueyðkennum teirra.

Luttakarar í verkætlanini 
Christophe Pampoulie(1), Aril Slotte(2), Guðmundur J. Óskarsson(1), Sarah J. Helyar(3), Ásbjörn Jónsson(3), Guðbjörg Ólafsdóttir(3), Sigurlaug Skírnisdóttir(3), Lísa Anne Libungan(4), Jan Arge Jacobsen(5), Hóraldur Joensen(6), Henrik Hauch Nielsen(7), Sindri Karl Sigurðsson(8), Anna Kristin Daníelsdóttir(3)

 

Samstarvandi granskingarstovnar, fróðskaparsetur og virki 

1. Marine Research Institute, Reykjavík, Iceland

2. Institute of Marine Research, Bergen, Norway

3. Matís Ltd., Reykjavík, Iceland

4. University of Iceland, Faculty of Life and Environmental Sciences, Reykjavík, Iceland

5. Faroe Marine Research Institute, Tórshavn, Faroe Islands

6. University of the Faroe Islands, Tórshavn, Faroe Islands

7. DTU Food, Lyngby, Denmark

8. Síldarvinnslan hf., Fjarðabyggð, Iceland

Fíggjarveitarar
Working Group for Fisheries Co-operation (AGFisk)  of the Nordic Council of Ministers (HerMix Project no. 45-2011), the Icelandic Fisheries Research Fund (HerMix Project no. R007), the Fisheries Research Fund of the Faroe Islands (Fiskivinnuroyndir, HerMix Project no. 201000742), the Icelandic Research Fund for Graduate Students RANNIS (Project no. 100710001) and the Icelandic Student Innovation Fund RANNIS (Project no. 903100862).