26.09.2007
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggir lívfrøðingar frá Setrinum

Mikudagin 8. august fingu tríggir lívfrøðingar handað prógv á Fróðskaparsetrinum.


Mikudagin 8. august fingu tríggir lívfrøðingar handað prógv á Fróðskaparsetrinum.

Prógvhandanin var endin á einari trý ára bachelor útbúgving, sum byrjaði á heystið 2004. Hesi trý árini hava næmingarnir lært um livandi verur, um náttúruna og náttúruviðurskifti. Serligur dentur hevur verið lagdur á at viðgera tað, sum hevur við Føroyar og føroysk viðurskifti at gera.

 

Bachelor verkætlanir 
Útbúgvingin endar við einari verkætlan, har næmingarnir sjálvir velja sær eitt granskingarevni. Tvær verkætlanir vórðu gjørdar á hesum sinni. Tann eina var um føroysku bládúgvuna, har Sólvá Jacobsen saman við Janu Mikkelsen hava kannað, hvussu nógv er eftir av uppruna bládúgvuni í Føroyum. Hin verkætlanin var um Føroysku músina, har Heidi Hansen og Noomi Gregersen við nútímans DNA-royndum hava kannað av hvørjum slagi føroyska músin er av og hvaðani hon hevur sín uppruna.