University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Postarasýning 2022.jpg

Her er forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á framsýningini í fjør

14.06.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Nýggir sjúkrarøktar-frøðingar sýna fram

Nýútbúnu sjúkrarøktarfrøðingarnir frá Fróðskaparsetrinum hava postara-framsýning úr bachelorritgerðum sínum í forhøllini á Landssjúkrahúsinum 21. juni frá klokkan 14-16

Útbúgvingin sum BSc í Sjúkrarøktarfrøði gevur førleika til at útinna, menna, leiða og miðla sjúkrarøkt.

Framsýningin er tískil eitt høvi at miðla nýggjastu vitan um sjúkrarøkt í Føroyum. Hetta er umráðandi liður í menningini av heilsu- og sjúkrarøktarøkinum í føroyska samfelagnum.

Slík postaraframsýing av BSc-ritgerðum er siður við fleiri árum á baki. Vanligt var at hava framsýningina í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Tá Setrið so flutti í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn, varð framsýningin flutt í nýggj og væl hóskandi høli í Kongshøll, men royndirnar vístu, at miðling av vitan má vera tætt at klinikkini ella har, ið fakfólk hava sína dagligu gongd.

Í fjør varð tí roynt at hava framsýningina í einum av klinisku miðdeplunum, nevniliga í nógv vitjaðu forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Hetta hepnaðist sera væl, og starvsfólk, sjúklingar, avvarðandi og onnur nýttu høvi at síggja framsýningina.

Tiltakið eydnaðist so mikið væl, at hetta verður leisturin nú, og vit takka Landssjúkrahúsinum fyri vælvild.

Hendan dagin 21. juni frá 14.00-16.00 eru nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir á staðnum og kunnu greiða frá egnum ritgerðum, men sjálv framsýningin verður eftir ætlan hangandi í nakrar dagar.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Lesið nærri her, hvat verður á skránni.

GG: Rætta heitið á ritgerðini og postaranum hjá Døgg Hansdóttur, J. Elisabeth Jacobsen, Shailu Dam Jacobsen og Turið B. Andreassen er "Tøgn kemur ikki á ting" - Rúsnýtsluórógv ein staðfest sjúka. Hvørjar týðandi avbjóðingar og tørv hava fólk við rúsnýtsluórógvi í Føroyum, ið hava verið í inniviðgerð á rúsviðgerðarstovni, fyri at megna sjúkustøðu sína?

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 06 06 At 16 43 09 Setrið Skal Greina Amerikanskar Ætlanir Í Arktis

    Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis

  2. flagg setur (2).jpg

    Nýtt tilboð: Blív miðnámslærari í tveimum fakum upp á fimm ár

  3. Rektararnir Taka Lógvatak Um Samstarvið Millum Grønland Og Føroyar 05062025

    Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið