22.10.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggj bók: 8. bók av ritverki Símunar av Skarði

Bókin verður løgd fram á samkomu í Rasmusarstovu á Føroya fólkaháskúla hósdagin 24. oktober kl. 16.


Í 1998 fór Forlagið Fannir undir at geva út ritverk Símunar av Skarði ”Streingir, ið tóna”: 

 

1. bók: ”Yrkingar”, 1998,  

2. bók; ”Søguligar greinir, skaldskapur og søga”, 1999

3. bók: ”Skald og skaldskapur, mál og upplýsing, mentan og politikkur, lestrar, kvøður, ummæli”, 2000

4. bók: ”Søgur og ævintýr”, 2001

5. bók: ”Víggja-Glúms søga”, 2002,

6. bók: ”Vár” og ”Víkingarnir á Hálogalandi” (sjónleikir), 2003.

7. bók: Kristmann Guðmundsson: ”Strondin bláa”, týdd skaldsøga, 2004 (1937)

 

Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, hevur ritstjórnað verkinum, og nú hevur hon greitt til útgávu 8. bókina: ”Ískoytis- og yvirlitsbind”.

Turið er professari í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Í innganginum í hesi seinastu bókini í røðini, sigur hon m.a.:

”Útgávur, sum vísa til heimildir og upplýsa um upprunan hjá tekstinum, handrit og fyrri útgávur av tekstinum, eru neyðug amboð, tá ið arbeitt verður við at kanna tað, sum einstakir høvundar hava yrkt og skrivað, og seta høvundar, skaldaverk og tekstir inn í størri søguligt høpi.”

 

Bókin verður løgd fram á samkomu í Rasmusarstovu á Føroya fólkaháskúla 

hósdagin 24. oktober kl. 16.

 

Forlagið Fannir

Árni Dahl