14.08.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj bók frá Beintu í Jákupsstovu um fólkaræði

Beinta í Jákupsstovu hevur meginpartin av starvsleið síni verið professari við Háskúlan í Molde, og somuleiðis hevur hon undirvíst í mong ár og er adjungeraður professari á Setrinum

Tað er Nám, sum gevur innleiðslubókina hjá Beintu í Jákupsstovu út við heitinum ”Fólkaræði – hvat, hví og hvussu”. Lesarin at vita, hvat hugtakið fólkaræði fevnir um, hví fólkaræðið hevur ment seg í ymiskum tíðarskeiðum, og hvussu tað hevur ment seg á ymiskan hátt.

Hóast bókin er stutt – 84 síður – og lætt lisin, kemur hon víða um, alt frá gamla Grikkalandi upp til nútíðar fólkaræðið í Føroyum.

Fólkaræði hevur leingi verið høgt í metum kring okkara leiðir, serliga síðani Berlinmúrurin fall í 1989 og ”Kalda kríggið” varð avloyst av ”End of history”-bjartskygninum í 1990’unum. Fíggindar fólkaræðisins tyktust bastir, og hildið varð, at fólkaræðið hevði vunnið endaligan sigur.

Í dag vita vit betur. Seinastu áratíggjuni hava aðrar stýrisskipanir tikið seg fram og sett fólkaræðið undir trýst, ikki minst nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, eins og talufrælsið er vorðið stríðsmál í altjóða høpi.

Fólkaræði er ikki nøkur sjálvfylgja, men má verjast og røkjast fyri at kunna mennast. Tí er evnið átrokandi at viðgera í hesum tíðum, skrivar Nám um bókaútgávuna. Til tess er neyðugt við einari fakligari barlast, soleiðis at ung sum vaksin duga at skyna á, hvat er fólkaræðiligt, minni fólkaræðiligt ella einaræðiskent. Bókin hjá Beintu í Jákupsstovu viðger týdningarmestu hugtøkini um fólkaræði, stuðlað av eini kelduskipan, ið ger lesaran føran fyri at kunna seg víðari í øðrum bókmentum.

Bókin er ætlað fyrstaárslesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og sum ískoytistilfar til miðnámslesandi í samfelagsfrøði, søgu og heimspeki, sum vilja fara djypri niður í evnið t.d. í verkætlanararbeiði ella tvørfakligum samstarvi.

Eisini hevur bókin almennan áhuga fyri øll, sum vilja hava meira at vita um evnið.