University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sornfelli Fasdina

Heimsins nalvi – føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld er heitið á nýggjari bók, sum forlagið Fróðskapur gevur út

28.03.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur

Nýggj bók um føroyskan uttanríkispolitikk

Mikudagin 2. apríl gevur Fróðskapur út greinasavn um føroyskan uttanríkispolitikk, sum viðger støðu Føroya í heiminum við søguligum og aktuellum brillum. Bókin verður løgd fram á tiltaki sama dag klokkan15:30 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn

-          Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum?

-          Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum?

-          Hvørjir tættir mynda føroyskan uttanríkispolitikk?

-          Og hvussu sær framtíðin út? 

Mikudagin tann 2. apríl gevur forlagið Fróðskapur út nýggja bók um føroyskan uttanríkispolitikk. Bókin kallast Heimsins nalvi – Føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni.

Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.

Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.

Hetta er fyrsta bók, sum viðgerð føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.

Á útgávutiltakinum á Søgu- og samfelagsdeildini verður m.a. samrøða við Árna Olafsson, sum hevur arbeitt sum embætismaður í Føroyum og Danmark í fleiri áratíggju, og sum eisini er ein av rithøvundunum í bókini. Somuleiðis fer fyrrverandi landsstýrismaðurin i uttanríkismálum, Høgni Hoydal, at siga nøkur orð, umframt umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina. 

Kaffi verður at fáa, og ein kann eisini ogna sær nýggju bókina.

Nær: Mikudagin 2. apríl klokkan 15.30 – 16.30

Hvar: Jónas Broncks gøta 25, veghæddin

Morgunsendingin hjá Kringvarpi Føroya hevði 1. apríl samrøðu við Jens Christian Svabo Justinussen, lektara í samfelagsvísindum, um bókina og tiltakið.

Hoyrið samrøðuna á tíðarkotu 01:33:06 her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Elisabeth Holm SSS 2.jpg

    Anna-Elisabeth Holm í uppskoti at fáa BAAL Book Prize

  2. Screenshot 2025 06 04 At 15 23 17 Hátíðarløta Fyri Universitetssjúkrahúsinum Heilsumálaráðið

    Hátíðarløta fyri Universitetssjúkrahúsinum

  3. Screenshot 2025 06 03 At 14 02 32 NUSCT Conference 2025 Day 1 Youtube

    Síggið allar fyrilestrarnar her