28.03.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggj bók um hugburð til ensk tøkuorð og føroysk nýggjyrði

"Ærligt talt, who cares? En sociolingvistisk undersøgelse af holdninger til og brug af importord og nydannelser i færøsk”. Doktararitgerðin hjá Jógvani í Lon Jacobsen er komin út sum bók. Ritgerðin var upprunaliga skrivað á føroyskum, men er nú komin út á donskum á forlagnum Novus í Noregi.


Evnið í ritgerðini er hugburður til ensk tøkuorð og føroysk nýggjyrði. Sum kunnugt er tann føroyska málkósin eyðkend av orðapurismu eins og í íslendskum. Purisman er ein hugsjón, ið hevur til endamáls at avmarka fremmanda málsliga ávirkan á føroyskt. Hugmyndin er, at nýggjyrðini skulu koma í staðin fyri tøkuorðini, tí vit halda, at tøkuorðini við sínum fremmanda málbygnaði sum frá líður kunnu máa støðið undan sjálvum tí føroyska málbygnaðinum. Endamálið við hesi kanningini er við støði í samfelagsmálvísindaligum háttalagi at fáa eina størri fatan av hugburði føroyinga til sjálvan málspurningin. Tað snýr seg um at fáa innlit í hvørjir normar og hvørji virði liggja aftan fyri hugburðsframsetingar, sum til ber at fáa hendur á.

Ritgerðin er partur av eini felags norðurlendskari verkætlan nevnt Moderne importord i sprogene i Norden, sum formliga byrjaði í 2001, sett í verk av Málráð Norðurlanda. Tað yvirskipaða endamálið við verkætlanini var at fáa yvirliti yvir, hvussu nýmótans tøkuorð og fremmandir málbygnaðir verða viðgjørdir í norðurlandamálunum, t.e. hvørjir normar og hvørji virði koma til sjóndar í teimum ymsu norðurlandamálunum. Roynt varð at fáa innlit í hugburð til málsliga ávirkan og hvønn hugburð fólk í ymsum sosialum bólkum  hava til tøkuorð. Tað merkir, at tann enska ávirkanin er í miðdeplinum, og spurningurin er so, hvussu tann anglo-amerikanska altjóðagerðin ávirkar tey norðurlendsku málini.

Henda ritgerðin viðger hugburð hjá føroyingum til og nýtslu av tøkuorðum og føroyskum nýggjyrðum. Háttalagsliga er hon sett saman av trimum pørtum:

Eini meiningakanning (kvantitativt beinleiðis háttalag)

Eini grímukanning (kvantitativt óbeinleiðis háttalag)

Dýpdarsamrøðum við 48 útvald heimildarfólk (kvalitativt beinleiðis háttalag). 

Tann yvirskipaði spurningurin er sostatt: Hvørjir normar og hvørji virði koma at hava týdning í tí føroyska málsamfelagnum, tá ið tað snýr seg um mál? Til samans eru umleið 1200 heimildarfólk við í kanningini  (537 í meiningakanningini; 620 í grímukanningini og 48 strategiskt útvald heimildarfólk í dýpdarsamrøðunum).

Í meiningakanningini er alt landið umboðað. Tey 537 tilvildarligt útvaldu heimildarfólkini eru býtt í mun til fólkatalið í hvørjum av teimum sjey valdømunum, sum vóru til, áðrenn lógin varð broytt. Tað strategiska úrvalið av heimildarfólkum til tær kvalitativu dýpdarsamrøðurnar byggir á eitt ástøði um lívsstílar. Eg arbeiði við fýra lívsstílum, sum eg nevni A, B, C og D. Útgangsstøðið er, at lívsstílarnir finnast umboðaðir í tveimum sløgum av fyritøkum, ávikavist siðbundnum framleiðsluvirkjum og meira nýmótans tænastufyritøkum. Hesi bæði sløgini av fyritøkum lótu heimildarfólk á tveimum stigum hvør: Á leiðslustigi (væl útbúnir leiðarar og millumleiðarar) og vanlig arbeiðsfólk (við styttri ella ongari útbúgving). Í grímukanningini, har ið tað veruliga endamálið er fjalt fyri heimildarfólkunum, var úrslitið tað, at tey spurdu høvdu skilt tað veruliga endamálið við kanningini, og tá virkar hon ikki til fulnar.

Lívsstílsgreiningarnar vísa ongan yvirskipaðan mun millum lívsstílarnar í spurninginum um hugburð til og nýtslu av tøkuorðum. Tó ber til at síggja, at heimildarfólkini úr lívsstíli B (leiðarar á nýmótans tænastufyritøkum) vísa størri tolsemi mótvegis tøkuorðum enn heimildarfólkini úr hinum lívsstílunum. Ein frágreiðing til henda lutfalsliga jaliga hugburð kann vera, at hesi heimildarfólkini arbeiða nógv við kunningartøkni, har ein stórur partur av orðatilfarinum er á enskum.

Ein áhugaverdur spurningur er: Hvussu kann tað bera til, at fólk, sum í stóran mun góðtaka tøkuorð í gerandismálinum, kortini siga, at tað besta hevði verið at havt føroysk orð?  Slíkar framsagnir hoyrast aftur og aftur í tilfarinum. Orsøkin er eftir øllum at døma, at heimildarfólkini hugsa um spurningin á tveimum stigum: Ávikavist málið sum ímynd og málið sum funktión. Málið er lutvíst ein tjóðskaparlig ímynd, men skal samstundis kunna nýtast sum eitt vælvirkandi samskiftisamboð í gerandisdegnum, og í teirri støðuni hevur tað minni týdning, hvørji vit nýta. Men tann ímyndanarliga funktiónin er alla tíðina til staðar. Heimildarfólkini eru medvitað um tann dagliga diskursin: at føroysk nýggjyrði eru betri enn tøkuorð.

Tað eru nógvir snávingarsteinar í hugburðskanningum, ein teirra eru tey politiskt røttu svørini. Ein annar er eygleiðaraandsøgnin. Ein máti at klára eygleiðaraandsøgnina er at kanna grundgevingar, tí heimildarfólkini eru helst ikki altíð so medvitað um, hvussu tey grundgeva í eini ávísari støðu. Tað vísir seg nevniliga, at talið á pragmatiskum grundgevingum (at ein eigur at velja tey orðini, sum virka best í teirri ávísu samskiftisstøðuni) er hægri enn talið á tjóðskaparligum/mentanarligum grundgevingum (at ein eigur at velja tey føroysku orðini, tí at vit eru føroyingar).

Meira kann lesast við at trýsta á leinkini her niðanfyri:

Indhold

Tekst på bagside

Kapitel 4 (punkt 4.9)