13.03.2018
Fróðskapur
Skriva út

Nýggj bók um kvæði og dans

"Kvæði – nýggj sjónarmið" er eitt greinasavn, sum leggur fram nýggj úrslit úr kvæðagranskingini.


KVÆÐI – NÝGGJ SJÓNARMIР    BALLADS – NEW APPROACHES    

Ritstjórn Eyðun Andreassen, Malan Marnersdóttir og fleiri

Kvæði – nýggj sjónarmið er eitt greinasavn, sum leggur fram nýggj úrslit úr kvæðagranskingini. Aldur og uppruni hjá Sjúrðarkvæðunum eru viðgjørd úr tveimum mótsettum og nýggjum sjónarhornum. Runsivalsstríð verður lýst sum kristin allegori og um blettaðar hetjur. Úrslit av kanning um leiklutirnar hjá skiparanum í dansinum verður løgd fram. Kvæði og dansur sum performans – framførsla – er evni í fleiri greinum, og ein grein viðger sambandið millum rapp og kvæðamentanina.
Yvirnatúrlig motiv sum tann flúgvandi biðilin, gandur og mýtur verða greinað, og samband knýtt millum tey og onnur norðurlendsk kvæði. Í Hildinakvæði, ið er einasta varðveitta kvæðið á gamla hetlendska málinum norn, er høvurblaking eitt motiv, sum høvundurin heldur hevur ávirkað føroyska kvæðið um Frúnna Margretu.
Kvæði sum mentanarberar og ideologisk amboð eru viðgjørd í fleiri greinum. Eitt nú lýsa fronsk kvæði broytingina frá homososialari til hinskynda høviska mentan, og føroysk kvæði hava verið brúkt í norsku tjóðarbyggingini.
At málið í kvæðunum er ein rík kelda til føroyska málsøgu verður sannað enn eina ferð í tveimum greinum.

Elsta uppskriftin komin undan kavi
Í føroyskari kvæðagransking hevur áhugin fyri elstu uppskriftini verið stórur, men tann elsta er langt síðani týnd. Chr. Matras nevnir bara í Føroysku bókmentasøguni í 1935, at tær uppskriftirnar, sum Ole Worm fekk sendandi úr Føroyum í 1639, eru “til skjals millum pappírini hjá Peder Syv”. Íslendski málfrøðingurin Jón Helgason hevði í 1924 ritstjórnað og greinað úrtøkini, men uttan at upplýsa, hvar í handritinum hjá Peder Syv, tey stóðu.
Hetta er nú komið undan kavi, soleiðis at fyri fyrstu ferð eru úrtøkini hjá Peder Syv endurgivin, avskrivað og týdd á prenti.

Høvundarnir at greinunum í bókini Kvæði – nýggj sjónarmið eru granskarar frá universitetum og mentastovnum víða hvar í Europa. Greinirnar eru javnlíkamettar og skrivaðar á donskum, enskum, føroyskum, norskum og svenskum. Allar hava úrtak á øðrum máli enn málið í greinini.

Permumyndin er “Guðrun gongur í grasagarð”, ið er ein av kvæðamyndunum í Tórshavnar Kommunuskúla – nú Finsen – sum William Heinesen málaði í 1956.

Útgávan er liður í 150-árahaldinum hjá H. N. Jacobsens bókahandli í 2015. Bókahandilin og Fróðskapur geva bókina út í felag. Hon er 397 síður til støddar og kostar 280 kr.