University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggj bók um leiklutirnar hjá Útnorðri í altjóða samfelagnum
07.05.2014
Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj bók um leiklutirnar hjá Útnorðri í altjóða samfelagnum

Fróðskapur hevur givið út bókina Vestnorden - nye roller i det internationale samfund. Hetta er greinasavn um aktuell viðurskifti í Útnorðri. Bókin er 192 bls. og kostar 270 kr. í prentútgávu. E-bókin kann keypast á Vitra fyri 149 kr.


Fyri tveimum árum síðan skipaði Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyri ráðstevnu um Útnorðurlondini í 21. øld.  Til hesa stevnu komu fræg universitetsfólk frá grannalondunum. Nú kemur út bók, har gestirnir, setursfólk og onnur, ið hava havt tætt samstarv við Fróðskaparsetrið, hava skrivað greinar um viðurskifti í Útnorðri.

Bókin lýsir bæði, hvussu støðan er í dag, og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman. Ymisk evni verða umrødd. Nakrar greinar eru um broytingar í maktbýtinum millum lond, millum sentrum og periferi, og millum kynini. Aðrar greinar vísa á broytingar í vinnulívsmøguleikum og í skipan av hægri lestri.

Ritstjórar eru Gestur Hovgaard, Beinta í Jákupsstovu og Hans Andrias Sølvará.

Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og sum e-bók á vitra.fo.

Innihald:

BEINTA Í JÁKUPSSTOVU, Høgskolen i Molde; GESTUR HOVGAARD og HANS ANDRIAS SØLVARÁ, Fróðskaparsetur Føroya:
Vestnordisk samfundsforskning  - med særlig blik på Færøerne

JÓAN PAULI JOENSEN, Fróðskaparsetur Føroya:
Hvad er vestnordisk identitet – har vi en vestnordisk identitet?

PER SELLE, Universitetet i Bergen:
Utkantspolitikk i ei ny tid. Når periferi blir sentrum, men likevel er periferi

MARIA ACKRÉN, Ilisimatusarfik:
Grönland och Åland – Två skilda världar?

SIRI GERRARD, Universitetet i Tromsø:
Kjønn og utkant i en ny tid

JON SUNDBO, Roskilde Universitet:
Turisme og opplevelsesøkonomi – en udkantsstrategi

DAG HARALD CLAES, Universitetet i Oslo:
Er energiressursene i Nord av (global) betydning?

ØYVIND ØSTERUD, Universitetet i Oslo:
Fremtidens sikkerhetspolitikk i vestnordisk perspektiv

BEINTA Í JÁKUPSSTOVU, Høgskolen i Molde; REGIN BERG, Fróðskaparsetur Føroya:
Færøysk sikkerhetspolitikk

ALYSON J. K. BAILES, Háskóli Íslands:
Iceland: Special Case or Central Role?

GESTUR HOVGAARD, Fróðskaparsetur Føroya:
Tertiær uddannelse i færøsk/vestnordisk perspektiv – mesterlære som potensiel løsning på småskalaproblemer

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025