University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggj bók um variatión í oyggjaskandinaviskari syntaks
08.08.2017
Føroyamálsdeildin

Nýggj bók um variatión í oyggjaskandinaviskari syntaks

Forlagið John Bejnamins Publishing Company hevur júst givið út eina nýggja bók í røðini Studies in Germanic Linguistics.


Hetta er fyrsta bók í nevndu røð, og hon er úrslit av samstarvi ímillum teir føroysku málfrøðingarnar Hjalmar P. Petersen (Fróðskaparsetur Føroya) og Zakaris Svabo Hansen (Fróðskaparsetur Føroya) og íslendingin Høskuld Thráinsson (Háskóli Íslands) og skotan Caroline Heycock (Edinburgh University).

Í bókini eru tey nýggjastu granskingarúrslitini av oyggjaskandinaviskari syntaks og variatión bæði á samfelagsstøði og millum einstaklingar. 13 serfrøðingar hava skrivað drúgvar greinar um evni sum hava staðið frammarlaga í syntaksgransking, og sum hava havt týdning fyri syntaktiska teori, t.e. fall, samsvarsbending, orðarað í eykasetningum, stílistiska framflyting og ekspletivar, t.e. TAÐ-mynstur sum ‘tað hava fýra málfrøðingar ritstjórnað eini bók’.

Hjalmar P. Petersen er einasti føroyingur, sum hevur grein í bókini, og er hon nýtslu av hvørjumfalsávirki og ta variatión, sum her er at síggja.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025