25.05.2010
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggj bók við málmanninum í útvarpinum

Málprátini, sum hava verið í útvarpssendingini “Góðan morgun, Føroyar” við Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingi á Føroyamálsdeildini, koma nú út í bók.


Bókin er eitt savn av øllum teimum málprátunum, sum málfrøðingurin hevði í útvarpinum mánadagar veturin 2008-09.

 

Evnini í bókini er mong, men mest snýr tað seg um spurningin rætt ella skeivt. Í sjálvum sær er tað áhugavert, tí tað vísir, hvussu føroyingar tosa um mál. Millum annað verða hesi evni viðgjørd:

  • Hvat er rættari “alnet” og “alnót”
  • er munur á “fløta” og “róma”
  • hví brúkar útvarpið hita um kulda
  • merkja “seinastur” og “nýggjastur” tað sama?
  • Hví siga nógvir føroyingar “døtrar” í staðin fyri “døtur”?
  • Kann nakað vera ræðuliga gott

 

T.d. verður sagt soleiðis í spurninginum, um nakað kann vera “ræðuliga” gott: Í eini sending var spurningurin um orðið ræðuligur. Hesin lurtarin, ið hevði sent okkum henda spurning, helt, at fólk brúktu orðið ræðuliga í skeivari merking. Einki kundi vera ræðuliga gott, helt hann fyri.

Eg loyvdi mær í hesum sambandi at vinkla svarið á tann hátt, at eg tók útgangsstøði í málsligari inflatión, altso at orð sum frá líður lækka í virði. Og tí segði eg, at orðið ræðuligt ikki var so ræðuligt í dag, sum tað onkuntíð hevði verið, men at tað ikki var nakað galið við hesum orði.

 

Hesin lurtarin hevði kanska væntað eitt annað svar, har ið hann fekk undirtøku frá mær fyri sínari hugsan um vánaliga málnýtslu. Tað kom eisini eitt lesarabræv í bløðini um hetta svarið, har ið brævskrivarin segði, at hann hevði væntað eitt meira uppbyggjandi svar frá einum málfrøðingi enn tað, sum sagt varð.

 

Men tað, sum í roynd og veru hendi, var, at málfrøðingurin umrøddi nakað, sum ikki er til umrøðu í tí føroyska máldiskursinum. Eg royndi at viðgera henda spurningin neutralt við at spyrja, hvat er hent, men eg stakk hondina niður í eitt vespureiður. Eg setti sjóneykuna á nakað, sum er ein partur av doxa, tá ið eg vágaði mær at umrøða hetta evnið málvísindaliga og lýsandi (deskriptivt).

 

Um hugtakið doxa sigur tann norski málfrøðingurin Britt Mæhlum soleiðis:

 

“Ingen språk er i seg selv bærere av bestemte inherente, “naturlige” kvaliteter. Den verdien og de konnotasjonene som blir knyttet til en gitt språklig varietet, er tvert imot resultatet av et sett komplekse sosiokulturelle, politiske og historiske mekanismer. Gjennom at disse verdiene og konnotasjonene traderes og konvensjonaliseres – og slik inngår i vår habitus, framstår de som “naturlige” og udiskutable. De blir med andre ord en del av doxa; en kunnskap som tas for gitt og dermed ikke blir underlagt refleksjon og vurdering (...)."


Eg royndi sum heild í hesum sendingunum at svara spurningunum við støði í málvísindaligum ástøðum og royndi at nærkast spurningunum við einum málvísindaligum vinkli. Men tað var ikki altíð líka lætt at fáa fólk at skilja tað sjónarhornið: Greiningar hava eftir øllum at døma minni áhuga hjá summum enn eitt svar, sum sigur, hvat er rætt og skeivt.

Málvísindi hava til endamál at koma til eina størri sannkenning um mál og málnýtslu, og tí er neyðugt at hava ein vísindaligan vinkul.


Bókin hevur undirheitið “Og so nøkur innkøst”, og tað sipar til, at viðmerkingar eru settar inn aftan á hvønn stubba. Hetta eru viðmerkingar, sum ikki vóru við í útvarpsprátinum – lutvíst tí at tað ikki var tíð til tað og lutvíst av tí at summar av hesum viðmerkingunum vóru ov tekniskar til eitt útvarpsprát.


Bókin er 136 síður til longdar, og tað er forlagið Sprotin, ið hevur givið Málmannin út.

ISBN-nummarið á bókini er: 978-99918-71-26-4.