University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fjallanøvn perma (3).PNG
Fróðskapur
04.12.2020
Setrið Fróðskapur

Nýggj bókaútgáva frá Fróðskapi

Fjallanøvn í Føroyum eitur nýggj bók eftir Eivind Weyhe, sum Fróðskapur hevur givið út

Fjallanøvn eru ein áhugaverdur partur av føroyskum staðarnøvnum.
Í nýggju bókini viðger Eivind Weyhe øll føroysk fjallanøvn málsliga og navnafrøðiliga.
Bulurin í bókini er ein gjøgnumgongd, har nøvnini í stavrað verða umrødd og viðgjørd.
Eisini er ein fakligur inngangur, sum lýsir fjallanøvn sum heild, teirra form og bygnað.


Sum onnur staðarnøvn hava tey sína søgu at siga um, hvussu forfedrar okkara valdu at navngeva støð, sum høvdu týdning fyri teir í dagligum yrki á sjógvi og landi.

Nøvnini vóru alneyðug í tí dagliga samskiftinum manna millum.

Eisini eru tey týðandi partur av okkara málsliga arvi og hava tí málsøguligan týdning.


Í okkara tíð hava fjøllini hinvegin fingið alsamt størri týdning sum partur av náttúruupplivingum, og hjá mongum kann tað tá vera forkunnugt at kenna nøvnini og vita meira um søguna um tey.


Eivind Weyhe er mag.art. í norrønari filologi og lektari emeritus á Fróðskaparsetri Føroya. Eivind granskar føroyskt mál og mentan, serliga staðarnøvn, mállæru, málføri og kvæði. Hann hevur skrivað bøkur og eina ørgrynnu av greinum til tíðarrit og bløð. Ein stórur partur av greinunum eru savnaðar í bókini Eivindaródn, sum Fróðskapur gav út í 2012. Sama árið fekk hann Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.

Bókin er 190 blaðsíður og við fleiri myndum. Flestu myndirnar hevur Pól Sundskarð tikið.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing