University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
All That Glitters Is Not Garbage Bók Firouz Gaini

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað ein av kapitlunum, sum eitur The secret lives of wool

23.04.2026
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj bókaútgáva um m.a. ull og mentanarvirði

Forlagið Mayfly Books í London hevur júst útgivið bókina All that Glitters is not Garbage, sum er eitt savn av tekstum, ið byggja á ástøðið Rubbish Theory hjá bretska antropologinum Michael Thompson (1937-2026)

Ikki er alt gull, ið glitrar, plaga vit at siga, men tað øvugta er heldur ikki altíð sannleiki.

Michael Thompson, sum doyði fáar vikur innan All that Glitters is not Garbage kom út, hevur sjálvur skrivað tann seinasta av teimum 11 kapitlunum í nýggju bókini.

Thompson gav í 1979 út nógv lisnu bókina Rubbish Theory: The Creation and Destruction of Value.

Hann var næmingur hjá Mary Douglas (2021-2007), sum er kend fyri sínar bøkur um mentan, symbolir og vandar – t.d. Purity and Danger frá 1966. 

“Rubbish” - rusk ella burturkast - vísir til tað, sum ikki hevur nakað virði í einari mentanarligari virðisskipan. Og sambært ástøðinum hjá Thompson kann ein lutur ikki fara frá einari støðu við minkandi virði til eina støðu við vaksandi virði (sum frá líður) uttan fyrst at missa sítt virði, tað vil siga gerast “rubbish”.

Í nýggju bókini, sum antropologurin Benedict E. Singleton hevur ritstjórnað, eru nýggir ástøðiligir og empiriskir kapitlar, sum viðgera og menna ástøðið hjá Thompson.

Rubbish Theory kannar sosialu prosessirnar, sum (mentanarligir) lutir verða virðismettir, varðveittir og burturbeindir ígjøgnum. Ástøðið snýr seg í stuttum um, hvussu menniskju skipa ítøkiligar og symbolskar lutir (tvs. menniskju, ting og hugskot/hugmyndir) gjøgnum sosialar prosessir.

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað ein av kapitlunum í  nýggju bókini. Kapittulin eitur The secret lives of wool. A Rubbish Theory case study from the Faroe Islands. Firouz brúkar ull og ullvørur sum dømi um, hvussu virðismetan av serligum luti broytist gjøgnum tíðina. Eisini verður viðgjørt, hvønn týdning t.d. bindimynstur hava í spurninginum um (bindi-)mentan og samleika í Føroyum.

Lesið bókina her

 

 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Aksel V Johannesen Løgmaður Mette Frederiksen Forsætisráðharri Og Jens Frederik Nielsen Landsstýrisformaður Mynd Bjarni Rubeksen KVF

    Millum Washington og Keypmannahavn: Føroyar, Grønland og stórveldini

  2. Uarctic Congress 2026 (1)

    Setrið vertur fyri Føroya størstu ráðstevnu

  3. Setrið Vitjan Úr Grønlandi

    Góð vitjan úr Grønlandi