21.12.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggj føroyanevnd við Háskóla Íslands

Føroyanevndin við Háskóla Íslands er víðkað og hevur nú umboð úr øllum megindeildum. Aftan fyri hesa broyting liggur ynski um at økja samstarvið við føroyskar granskarar.


Samstarvsnevndirnar við Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya fyrireika nú Frændafund 8, sum verður í Havn 24. og 25. august 2013 og fáast í løtuni við at leggja síðstu hond á lýsing og innbjóðingarskriv . Ráðstevnan verður fleirvísindalig við fyrilestrum um eina røð av ymiskum evnum. Serligur dentur verður tó  lagdur á film og føroyskt ávikavist íslendskt mál náms- og frálæruvísindaliga.

Frændafundur hevur verið triðja hvørt ár síðan 1992, aðrahvørja ferð í Føroyum og aðrahvørja í Íslandi. Ráðstevnurit eru útkomin frá teimum sjey Frændafundunum, sí innihaldsyvirlit

Formaður í íslendsku nevndini hevur frá byrjan og til nú verið Ingi Sigurðsson, professari  í søguvísindum.  Nú hevur María A. Garðarsdóttir,  adjunktur í íslendskum sum øðrum máli, tikið við formanssessi.

Nevndarlimirnir eru:

María A. Garðarsdóttir adjunktur,  Deildin fyri íslendskt og mentan

Pétur Dam Leifsson dosentur, Løgfrøðideildin

Sif Einarsdóttir dosentur, Samfelags- og mannfrøðideildin

Logi Jónsson dosentur, Lívalisfrøðistovnurin

Guðrún Kristjánsdóttir professari, Sjúkrarøktarfrøðideildin

Auður Hauksdóttir dosentur, Deildin fyri fremmand mál, bókmentir og málvísindi

Hjalti Hugason professari, Gudfrøði- og átrúnaðarfrøðideildin

Amalía Bjørnsdóttir dosentur, Megindeildin fyri námsvísindi

Guðmundur Bjørn Kristmundsson dosentur, Megindeildin fyri námsvísindi

Guðmundur Gunnar Haraldsson Professari, Náttúruvísindadeildin

Anna Soffía Hauksdóttir professari, Ravmagns- og telduverkfrøðideild