Heilsufótbóltur er eitt heilsuátak, sum FSF og Setrið í samstarvi við feløgini bjóða fólki - sí www.fsf.fo (Foto: Heilsufótbóltur í Føroyum (facebook))
13.02.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Nýggj gransking: Fótbóltsvenjing varðveitir heilsuna í aldurdóminum

Nýggj gransking vísir, at fótbóltsvenjing varðveitir almennu heilsuna í aldurdóminum og útsetur møguliga eisini lívfrøðiliga aldring
Um allan heim veksur talið á eldri fólki, og í 2040 eru 15 prosent av heimsins borgarum eldri enn 65 ár.

Váðin fyri flestu av stóru fólkasjúkunum veksur munandi, eldri vit gerast, og tískil er neyðugt at menna vísindaliga grundaðar mannagongdir og viðgerðarhættir, sum kunnu varðveita almennu heilsuna hjá eldri fólki og minka um váðan fyri kroniskari sjúku.

Hetta evnið verður viðgjørt í nýggjari yvirlitsgrein hjá Magna Mohr, professara á Fróðskaparsetrinum, í vísindaliga tíðarritinum "Frontiers in Aging". Greinin kallast "Football training as a non-pharmacological treatment of the global aging population – a brief review" og rithøvundarnir aftrat Magna Mohr eru Ioannis G. Fatouros, Muhammad Asghar, Pasqualina Buono, George P. Nassis og Peter Krustrup, sum starvast ávikavist á universitetum í Grikkalandi, Svøríki, Sameindu Arabisku Emirratunum og í Danmark.

Greinin vísir á, at sterk vísindalig próvførsla á metaanalysu-stigi er fyri, at fótbóltsvenjing tvær til tríggjar ferðir um vikuna í ein tíma er sera munadygg í sambandi við viðgerð av hjarta-karsjúkum, evnisskiftissjúkum sum typu2-diabetes og beinbroyskni, sum allar í nógv størri mun raka eldri enn yngri fólk.

Eisini verður víst, at teir tættir, sum hesar sjúkur hanga saman við, somuleiðis betrast hjá eldri fólki. Haraftrat verður víst á áralanga gransking, sum vísir, at menn við prostatakrabba og kvinnur við bróstkabba, ið eru í vanligari medisinskari viðgerð, og sum venja fótbóltsvenjing, bøta munandi um almennu heilsustøðuna og hava minni tilslag av viðgerðini og færri nýggjar innleggingar á sjúkrahús enn tey sum ikki venja.

Yvirlitsgreinin staðfestir eisini, at samansett kropslig venjing somuleiðis virkar móti brunastøðum, sum m.a. gerast meira vanligar í aldurdóminum, og sum hanga saman við fleiri aldurstengdum sjúkum, umframt lívfrøðiligari aldring.

Magni Mohr, professari, sigur soleiðis um nýggju útgávuna:

- Í greinini samla vit vitan saman um fótbóltsvenjing og aðra samansetta (kompleksa) kropsliga venjing hjá eldri fólki. Vit staðfesta, at reglulig luttøka í hesum venjingarhætti betrar um teir flestu av teimum fysiologisku tættum, sum eru høvuðstættirnir og -váðarnir í hjartakar-sjúku, typu2-diabetes og beinbroyskni, umframt at sjúklingar við summum krabbabeinssløgum kunnu hava stóran ágóða av samansettari venjing saman við medisinskari viðgerð.

- Henda vitan er longu umsett til vejingarkonsept fyri eldri fólk og er klár at brúka, og tað verður hon eisini m.a. í Danmark, har konseptið "Fodbold for hjertet" verður nógv gagnnýtt, og í fleiri donskum kommunum fáa menn við prostatakrabba bjóðað fótbóltsvenjing aftrat vanligu viðgerðini. Eisini í Lissabon og Porto í Portugal og í Atlanta, USA, verður fótbóltsvenjing brúkt sum partur av viðgerðini av sjúklingum við typu2-diabetes.

- Í Føroyum hava KÍ og Klaksvíkar kommuna eisini sett heilsufótbólt fyri eldri borgarar á skránna saman við FSF og Setrinum, so vit eru eisini á veg í Føroyum á eldraøkinum.

Magni Mohr leggur aftrat, at tey leingi hava vitað, at venjing kann ávirka lívfrøðiligu aldringina, og bæði fót- og hondbóltsvenjing gjøgnum alt lívið sær út til at gera fólk yngri lívfrøðiiga.

- Hetta er eitt øki, sum vit í granskingarbólkinum fara at raðfesta frammaliga komandi árini, og ein serstakur altjóða samstarvsbólkur, sum fer at arbeiða við venjing og aldring, er gjørdur, sigur Magni Mohr, professari.

Greinin kann lesast her.