Brynhild Thomsen
12.12.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Nýggj gransking fyri fýra milliónir

Sjúkrakassagrunnurin hevur gjørt av at fíggja nýggja gransking í m.a. Parkinson-sjúku og heilsustøðuni hjá eldri fólki

Nýggj játtan er nú komin frá Sjúkrakassagrunninum til fimm granskingarverkætlanir á heilsuøkinum fyri tilsamans fýra milliónir krónur.

Maria Skaalum Petersen hevur fingið játtað kr. 851.734 til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum við heitinum “Mikrobiom og Parkinson’s sjúka”.

Eina H. Eliasen hevur fingið játtað kr. 1.076.896 til ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum við heitinum “Heilsustøðan hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum úr einum objektivum og subjektivum sjónarhorni”.

Jacobina Kristiansen hevur fingið játtað kr. 816.745 til ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum og Landssjúkrahúsinum við heitinum ”Ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku”.

Sjúrður F. Olsen hevur fingið játtað kr. 398.648 til verkætlan á Fróðskaparsetrinum við heitinum ” Frá føðing til ellisár: Íløga í granskingartilfeingi til at lýsa heilsu hjá føroyingum frá millumkrígsárunum”.

Og Turið Hammer hevur fingið játtað kr. 828.856 til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við heitinum ”Grundir til og kostnaður av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum”.

Eitt krav fyri at kunna fáa játtað stuðul er, at tað verður mett sannlíkt, at verkætlanin kann menna heilsuøkið í Føroyum.

Yvirlit yvir allar verkætlanir, sum hava fingið fígging, sæst her