University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Matthew Henry ES3KNM29H8
16.09.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj grein: Eri eg sum pápi?

Runa Preeti Ísfeld, ph.d. og námslektari í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í nýggjari grein í Fróðskaparriti kannað faðirskap í Føroyum

Greinin Am I Like My Father? kannar faðirskap í Føroyum við støði í empiriskari gransking av samrøðum við føroyskar menn í fimmtiárunum, sum vóru giftir og áttu børn.

Tveir spurningar verða viðgjørdir.

Í tí fyrra vórðu menninir bidnir um at lýsa síni egnu barnaár, viðurskiftini við pápan, hvat teir hava tikið við sær yvir í sín egna pápaleiklut og greiða frá framhaldi og sliti millum millum ættarliðini.

Í seinna spurninginum vórðu menninir bidnir um at lýsa seg sjálvar sum pápar, og hvussu teir tóku lut, tá teir høvdu børn.

Endamálið er at skjalfesta hugsanir um endurtiknar, arvaðar ella tillagaðar hugburðir um familjuna í tveimum ættarliðum í tveimum sosialum tíðarskeiðum.

Greinin er íkast í orðaskiftið um familju og kyn (gender) í Føroyum og roynir at nýhugsa nakrar ráðandi stereotypar fatanir av føroyskum pápum av “tí gamla slagnum”.

Lesið alla greinina her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving