University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Havnin Frá Gróthúsinum
17.11.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj grein um tíðarfatan í oyggjasamfeløgum

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, viðger í nýggjari grein í tíðarritinum Small States and Territories m.a. serligu tíðarfatanirnar í smáum oyggjasamfeløgum

Nýggjasta útgávan av tíðarritinum Small States and Territories hevur eina greinarøð, sum heiðrar kenda norska antropologin Thomas Hylland Eriksen (1962-2024), sum doyði fyri einum ári síðani.

Iver B. Neumann, granskari á Fridtjof Nansens Institute (Oslo), er ritstjóri til tann partin av ritinum, sum snýr seg um granskingina hjá T. H. Eriksen.

Í inngangi sínum sigur hann millum annað:

Those of us who study small islands and territory are doubly blessed, since his work came to fall within that area and since it continues to be a vibrant source of inspiration for us all.

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í hesum sambandi skrivað greinina Small islands and the large temporal questions: Eriksen’s contribution to studies of island temporalities.

Greinin gevur eina gjøgnumgongd av arbeiðinum hjá T.H. Eriksen um tíð og ferð – hvussu menniskju uppliva, fata og tosa um tíð í serligum sosialum og mentanarligum kontekstum kring heimin.

Greinin lýsir m.a. snildfonir sum eitt amboð, ið “fyllir” tóma tíð, tá ið ein bíðar ella steðgar á. Í seinna partinum av greinini spyr Firouz Gaini, um ein kann tosa um serligar tíðarfatanir, ið eyðkenna smá oyggjasamfeløg, har ið fólk megna at tálma ferðøkingina, sum so mong stór býarsamfeløg í globaliseraða heiminum eru merkt av.

Tíðarritið er her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving