University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

Jógvan í Lon Jacobsen, sáli, var professari í føroyskum máli. Hann doyði 14. juli í ár

23.09.2026
Setrið Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

Nýggj vísindalig grein eftir Jógvan í Lon Jacobsen, sála, professara á Føroyamálsdeildini, og Bárð Larsen, lektara, á Søgu- og Samfelagsdeildini, er útgivin í Tidsskrift for Rettsvitenskap

Vísindaliga greinin eitur "Med lov skal land bygges - Refleksioner over færøsk som retssprog, lovsprog og juridisk sprog" og er í 3. útgávuni av felagsnorðurlendska Tidsskrift for Rettsvitenskap í 2026.

Í greinini viðgera teir báðir spurningin um føroyskt mál sum rættarmál, lógarmál og sum heild føroyskt sum løgfrøðiligt mál.

Eitt nú verður víst á, at tað ikki er vist, at staðfestingin í rættargangslógini, at føroyskt er høvuðsmálið í rættarskipanini, speglar veruleikan. 

Greinin melur kring eitt mál, knýtt at umseting av revsilógini frá donskum í føroyskt, sum fekk nógva almenna umrøðu fyri nøkrum árum síðani, at lýsa tær skipanarligu og mentanarligu avbjóðingar, sum eru fyri føroyskt sum lógar- og rættarmál í verandi ríkisdonsku skipan. 

Greinin er einans tøk fyri haldarar.

Leinki til greinina er HER.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 10 15 At 10 11 14 Hátíðarhald Fyri Føroyskt Sum Annaðmál Glasir

    Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

  2. Gransking Og Framtak Producing Good Ideas Ideas And Innovation Concept With Copyspace(1)

    Føroyar granska og menna fyri 1,3 prosent av BTÚ

  3. Sjúkrarøktarfrøði Nál 2024 Nærmynd Av Báðum Nálum

    Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst