Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
26.01.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggj HÚK-útgáva

Seinasta útgávan av HÚK-skipanini er nú klár at heinta niður av netinum. HÚK-skipanin er ein GPS-plottari við streymkortum og fiskimiðum, ið er mentur og framleiddur í Føroyum.


Seinasta útgávan av skipanini ”Hent Útróðrar Kunning”, stytt HÚK, er nú klár at heinta niður. Í hesi útgávuni eru ymsar ábøtur gjørdar, soleiðis at skipanin sum heild koyrir betri, umframt at fleiri hentleikar eru komnir við í skipanina.

 

Tað er ein áhugabólkur við umboðum frá Fróðskaparsetrinum, Fiskirannsóknarstovuni, Tórshavnar Bátafelag og Formula, sum stendur fyri hugskoti og menning av skipanini. KT-fyritøkan Formula.fo hevur forritað og framt tøkniligu menningina. Fíggjarligur styrkur er veittur frá ymsum stuðlum.

 

Í skipanini eru teldutøk streymkort, fiskimið, streymkurvar, umframt at skipanin kann nýtast sum plottari, um ein GPS-antenna verður sett til telduna. Eisini er ein meira umfatandi leiðbeining gjørd. Skipanin er tøk ókeypis umvegis heimasíðuna www.mid.fo.

 

Streymkortini
Streymkortini í HÚK-skipanini byggja á úrslit frá streymsimuleringum, sum Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum framdi fyri nøkrum árum síðani. Framgangsmátin í útrokningunum er, at eitt net verður lagt yvir økið, og síðani verðar nakrir støddfrøðiligir frymlar ásettir í hvørjum einstøkum knútapunkti í netinum. Í øllum knútapunktum er dýpið eisini kent, og er rætt dýpi avgerandi fyri at úrslitini skulu verða á einari leið. Fjarðstøðan millum roknipunktini er 100 m, og um væl vil til, so burdi rákið verið á einari leið innan fyri umleið 5 ferðir hesa fjarstøðuna, t.v.s. innan fyri 500 m. Hetta ger, at nær við landi, og har knappligar broytingar eru í botninum, má streymurin takast við størsta fyrivarni.

 

Bert miðalstreymur
Streymurin, sum er á kortunum, er fyri miðalstreym. Eingin munur er á kortunum um streymtalvan vísir harðan ellan spakan streym, og mugu brúkararnir sjálvir meta um hetta út frá egnum royndum og streymtalvunum. Í skipanini eru 48 kort, sum vísa streymin fyri hvørjar gott 15 minuttir yvir eitt tíðarskeið upp á 12 tímar og 26 minuttir. Skipanin finnur røttu kortini í mun til eina klokkutíð, sum brúkarin ásetir, ella beinleiðis frá telduni ella GPS-aranum, um hann er tilkoblaður.

 

Streymkurvar
Í skipanini eru streymkurvar, sum byggja á eina streymmáting, ið Fiskirannsóknarstovan framdi á Munkagrunninum í tíðarskeiðnum 09.02 - 25.07 í 1981. Útrokningarnar hevur Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum gjørt, og í hesari útgávuni røkka tær bert fyri ár 2009. Ætlanin er at leggja fleiri ár aftrat í næstu uppstiging av skipanini.

 

Fiskimið

Eitt av endamálunum við HÚK er at varðveita ein part av gomlu útróðrarmentanini, sum fiskimiðini eru. Í skipanini eru trý miðasøvn løgd inn:

  • Tey norðastu miðini eru úr savninum eftir Frans Jacobsen, sála, úr Norðragøtu. Hetta eru mið á leiðunum, sum gøtumenn troyttu á og út fyri Gøtuvík, og eystureftir sunnan fyri Norðoyggjar. Hetta er gjørt møguligt takkað verið stórari vælvild og beinasemi frá teimum avvarandi eftir Frans. 
  • Eitt sindur longri suðuri á leiðunum kring Nólsoynna hava Jógvan á Argjaboða og Edvin Arge, Argir, loyvt okkum at brúka teirra miðasavn. Eisini hava teir verið so beinasamir, at teir hava verið við okkum onkran túr á báti, har lagt er til miðis, og myndir eru tiknar av ýtunum til nøkur av miðunum. Enn eru hetta tær einastu myndirnar av ýtum í savninum, men ætlanin er at tey skulu gerast fleiri.
  • Tað triðja savnið hevur mið eystan fyri Suðuroynna og norður í Suðuroyarfjørð, og er tað Don Petersen, Trongisvágur, ið hevur savnað hesi miðini.

 

Harumframt leggur skipanin upp til, at brúkarin leggur egin mið inn í sítt eintak av skipanini, og um hann ynskir at deila miðini við onnur, kann tað gerast við einum klikki umvegis skipanina.

 

Fíggjarstuðlar

Fíggjarligan stuðul til at menna hesa útgávuna av HÚK er veittur av Gummibátatænastan, p/f Sveisingahandilin, p/f Svend Krosstein, Formula.fo og p/f Krúnborg.