University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggj í starvi á Setrinum
10.05.2017
Depilin fyri heilsugransking Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Nýggj í starvi á Setrinum

Trý størv eru sett á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi.


Tann 1. mai byrjaði Maria Skaalum Petersen sum lektari í heilsuvísindum á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Hon verður eisini partur av toyminum í Deplinum fyri heilsu- og almannagransking á Setrinum. Talan er um eitt 5-ára starv, ið er fíggjað av Sjúkrakassagrunninum.
Maria hevur starvast á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA). Hon hevur serliga granskað í umhvørvis- og genetiskum orsøkum til Parkinson sjúku, men hevur eisini luttikið í øðrum virksemi á  DfAA. Síðan er granskingarumráðið víðkað til aðrar neurodegenerativar sjúkur, so sum demens, og amyotrophic lateral sclerosis (ALS). Maria fer framhaldandi at vera ein virkin partur av víðfevnda granskingarvirkseminum á DfAA, og fer setanin at styrkja samstarvið millum Setrið og DfAA.

Tann 1. februar varð Amanda Gratton Vang setti í starv sum adjunktur í heilsuvísindum á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Amanda verður eisini partur av toyminum í Deplinum fyri heilsu- og almannagransking á Setrinum. Talan er um eitt 3-ára starv, ið er fíggjað av Sjúkrakassagrunninum.
Í granskingarhøpi hevur Amanda savnað seg um autoimmunar sjúkur við serligum atliti at viðgerðum, sum órógva immunkyknusamskifti. Høvuðsendamálið við granskingini hjá Amandu er at menna viðgerðir, sum miða eftir vevnaði við bruna (so sum tarmar við Colitis Ulcerosa) uttan at órógva immunverjuna aðrastaðni í kroppinum.
Amanda er eisini ráðgevi innan mýlska lívfrøði á diagnosustarvsstovuni á Landssjúkrahúsinum og luttekur í fleiri føroyskum og altjóða granskingarverkætlanum. Setanin av Amandu fer at styrkja samstarvið millum m.a. Landssjúkrahúsið og Setrið.

Maria Hammer Olsen er sett sum vikarur á Sjúkrarøktarfrøðideildini fyri námslektara í barnsburðarfaloyvi.
Maria varð útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1993 á Sjúkrasystraskúla Føroya. Í 2012 varð hon útbúgvin Master of Information Technology in Health Informatics á Aalborg Universitet. Síðani desember 2006 hevur Maria burturav arbeitt við verkseting, rakstur og víðarimenning av Talgildu Heilsuskipanini, sum verður brúkt á øllum sjúkrahúsum og hjá øllum kommunulæknum í Føroyum.




Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025