University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
512px-Flag_of_NATO.svg (2).png
Brynhild Thomsen
13.01.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj kanning: Meiriluti fyri radara á Sornfelli

Nýggj kanning hjá Fróðskaparsetrinum vísir, at meiriluti er fyri radara í Føroyum, men ósemja er um, hvør eigur avgerðina

Ein greiður meiriluti av føroyingum tekur undir við, at Føroya Landsstýrið sigur ja til at byggja nýggjan radara á Sornfelli. Men bara 16 prosent taka undir við ætlanini um, at Løgtingsins Uttanlandsnevnd skal taka avgerðina einsamøll, soleiðis sum Landsstýrið hevur boðað frá.

Næstan helvtin heldur, at alt Løgtingið eigur at taka hesa avgerð, og 29 prosent halda, at málið átti at verið lagt út til fólkaatkvøðu.

Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning um fólksligan hugburð til uttanríkis- og trygdarpolitikk, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt.

Kanningin varð gjørd í november og desember, og umleið 800 tilvildarliga valdir føroyingar luttóku. Kanningin er umboðandi fyri allar Føroyar, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman úrslitini í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur ábyrgd av verkætlanini.

Kanningin vísir eisini, at ein meiriluti upp á 54 prosent siga seg antin vera púra samd ella lutvíst samd í útsøgnini um, at føroyingar skulu reka radaran. Men tey allar fægstu (6 prosent) halda, at føroyingar skulu rinda fyri radaran.

Kanningin vísir eisini, at ein stórur meiriluti av føroyingum (71 prosent) heldur, at Føroyar skulu hoyra til vesturlendsku verjusamgonguna, NATO. 59 prosent uppfata NATO sum ein positivan felagsskap, og helvtin heldur, at Føroyar áttu at samstarva meiri við NATO.

Kanningin er fíggjað av týska felagsskapinum Konrad Adenauer Stiftung, sum vitjaði í Føroyum seinasta summar. Fleiri úrslit um fólksligan hugburð til uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk verða almannakunngjørd í eini størri rapport um evnið í februar.

Í samrøðu við Dag og viku 13. januar greinaði Heini í Skorini tølini í kanningini.

Síggið samrøðuna her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum

  2. Screenshot 2026 06 26 At 14 25 36 Fróðskaparsetur Føroya Prógvhandan 2026 Youtube

    201 staðið prógv frá Setrinum í ár

  3. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 13

    Visit Faroe Islands: Vísindaliga ráðstevnan hjá Setrinum gav 30 mió kr