Brynhild Thomsen
07.03.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj kanning um uttanríkis- og trygdarpolitikk

Hósdagin klokkan 13:00 verður nýggj kanning um, hvat føroyingar halda um uttanríkis- og trygdarpolitikk løgd fram á almennum tiltaki á Fróðskaparsetrinum

  • Hvar hoyra Føroyar heima í altjóða politikki?
  • Í hvønn mun skulu vit vera uttanveltað, tá stórveldini bresta saman?
  • Var tað rætt at venda kinesiska telerisanum, Huawei, bakið?
  • Skulu vit siga ja ella nei til ein radara á Sornfelli?
  • Skulu vit framhaldandi drepa grind og springara hóast altjóða trýst?
  • Skulu vit loysa frá Danmark?
  • Skulu vit gerast partur av ES?
  • Hvørjar eru tær størstu hóttanirnar, sum heimurin stendur fyri?
  • Og hvussu nógvar sendistovur skulu Føroyar hava?

Hetta eru nakrir av spurningunum í umfatandi kanning, sum Setrið gjørdi í november og desember í 2021.

Hósdagin 10. mars kl. 13 verður kanningin løgd fram á almennum tiltaki á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25.

Tiltakið er býtt í tveir partar. Fyrst fer Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, at leggja fram høvuðsúrslit frá kanningini. Síðani fara tveir granskarar, Rasmus Leander, professari á Universitetinum í Grønlandi, og Silja Bára Ómarsdóttir, professari á Háskóla Islands, at gera viðmerkingar til føroysku kanningina og samanbera við líknandi kanning í Grønlandi og Íslandi. Tey bæði luttaka á stórskíggja um netið.

Hesin fyrri parturin fer fram á enskum, tí tiltakið verður stroymt til granskarar og onnur í ymsum londum.

Í seinna partinum fer eitt føroyskt panel at skifta orð um kanningina og tann nýggja altjóða politiska veruleikan, eftir at Russland hevur gjørt innrás i Ukraina.

Hvat merkir hetta fyri Føroyar bæði vinnuliga og politiskt?

Í panelinum vera Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Marjun Hanusardóttir, fyrrverandi stjóri á Løgmansskrivstovuni, Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi og Brynhild Thomsen, journalistur og viðmerkjari.

Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur havt ábyrgd av verkætlanini, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman data.

Týski felagsskapurin Konrad Adenauer Stiftung hevur fíggjað verkætlanina.