University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Beinta Í Jákupsstovu Lærubók Stjórnmálafrøði
02.10.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj lærubók í stjórnmálafrøði verður løgd fram

Beinta í Jákupsstovu, adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað nýggja lærubók við heitinum Stjórnmálafrøði - hvat, hví og hvussu

Bókin er givin út á Námi og er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og øðrum, ið tørva eina innleiðslu til evnið. 

Í hesum sambandi verður almenn bókaframløga týsdagin 7.oktober kl. 15:00 á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.

Ritstjóri og starvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini halda røður, og síðani verður høvi at heilsa upp á høvundin og ogna sær bókina. Eisini verður kaffi og okkurt afturvið.   

Stjórnmálafrøði er lærugreinin um politiskt virksemi; um stýrisskipanir og politiskar tilgongdir; um politiskar hugsjónir og um vald at seta politisku kósina og stýra.

Bókin greiðir í stuttum frá høvuðsrákum í politiskari gransking. Kjarnuhugtøk verða lýst, og víst verður á ymiskar grundir til politiskar trupulleikar. Politikarar, tíðindafólk o.o. brúka hesi hugtøk, og tey halda seg ofta til felags fatanarkarmar.

Grundvøllurin í einum fólkaræði er politiskt kjak, men viðhvørt kann tað vera trupult at skilja og meta um dagsins fløktu politisku støðu. Henda innleiðslubók gevur eina fatan av málburði og ymiskum hugsanarháttum í politikki.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving