13.12.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggj námsskipan á Føroyamálsdeildini

Týsdagin 10. desember var árligi jólamiðmálin á Føroyamálsdeildini fyri starvsfólki og studentum, og nógv høvdu tikið sær tíð at luttaka.


Á hesi hugnaligu samkomu bleiv nýggja námsskipanin fyri útbúgvingar á Føroyamálsdeildini kunngjørd.

Námskipanin 2013 er gjørd eftir Bologna leisti, soleiðis at hon lýkur treytirnar fyri, hvussu hægri útbúgvingar á altjóða stigi skulu lýsast.

M.a. eru lýsingar av endamáli, eyðkennum, starvsmøguleikum, útbúgvingarhátti, hvørjir førleikar koma við loknari útbúgving og hvørjar læruúrtøkur eru ásettar fyri útbúgvingarnar.

Hetta er galdandi bæði fyri BA-námið og fyri MA-námið. 

Upptøkukrøv og endurskoðaðar próvtøkureglur eru eisini lýstar í námsskipanini.

Námsskipanin er ein grundbók hjá øllum studentunum á deildini, sum gevur greiðar reglur fyri hvussu útbúgvingin er skipað, hvørji skeið eru, hvussu nógv ECTS hvørt skeið gevur og mangt annað viðkomandi.

Eisini eru almennar reglur um próvtøkukrøv, endurpróvtøkur, krøv til ymisk sløg av heimauppgávum, um málsligan rættleika í skrivligum arbeiði, um førleika í staving og málburði, um teldunýtslu til próvtøku o.s.fr.

Jólamaðurin hevði tíverri ikki tíð at koma, men hann hevði í góðari tíð sæð til, at vit fingu ein góðan døgurða við kaffi og karamellum omaná.