10.05.2015
Fróðskapur
Skriva út

Nýggj ritstjórn fyri Fróðskaparrit tikið við

Eftir áheitan frá Fróðskapi hava Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará og Magni Mohr átikið sær at verða ritstjórar fyri Fróðskaparrit.


Tey taka við eftir Dorete Bloch, sálu, og Elin Súsonnu Jacobsen, sum í heyst boðaðu frá, at tær fóru at leggja frá sær, tá rit nr. 61 var komið  út. Tað kom út í februar 2015.

Ritstjórnin hevði sín fyrsta fund 10. mai. Har avgjørdi ritstjórnin saman við forlagnum Fróðskapi at halda fram við útgávuni av Fróðskaparritum sum higartil. Miðað verður eftir at geva út rit nr. 62 til aðalfundin hjá Fróðskaparfelagnum, sum verður í november 2015.

Eins og higartil skulu allar greinar javnlíkametast, áðrenn tær kunnu verða góðkendar til útgávu í Fróðskaparritum. Hetta kann taka fitt av tíð. Semja var tí um at heita á granskarar, sum ynskja at fáa greinar í Fróðskaparrit 62, um at boða ritstjórnini frá sum allarskjótast. Evstamark fyri at senda lidnar greinar til ritstjórnina er 1. august 2015. 

Fráboðanir og greinar skulu sendast til teldupostadressuna frodskapur@setur.fo . Har ber eisini til at venda sær við spurningum um ritið.

Eitt av átrokandi málunum hjá nýggju ritstjórnini er at fáa ritið skrásett í ymsum dátugrunnum. Farið verður undir hetta arbeiðið beinanvegin. Uppá longri sikt er ynski at fáa ritið online við leypandi útgávu og open access. Hetta verður farið undir at kanna í leypi av árinum.

Fróðskaparrit er føroyskt vísindatíðarrit, sum er komið út í bók árliga síðani 1952. Nýggjastu bøkurnar fáast til keyps í bókabúðunum. Allar útgávur, uttan tann seinasta, síggjast eisini talgildar á heimasíðuni www.tidarrit.fo