02.11.2022
Setrið
Skriva út

Nýggj røð um gransking í KVF

Kringvarp Føroya hevur sett eina nýggja sending á skrá í útvarpinum um gransking

Mikudagin 2. november var fyrsta sendingin í røð um gransking í útvarpinum undir heitinum Gaïni &.

Tað er Sigri M. Gaïni, sum er vertur í sendingini. Hon fer at hava samrøðu við ymiskar granskarar um, hvat teir granska í, og hvørjar tankar teir gera sær um yvirskipaðu uppgávuna, sum gransking hevur í samfelagnum.

Fyrsta sendingin kallaðist Gaïni & Skaalum Petersen, har gesturin var Maria Skaalum Petersen, ph.d. og lektari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

Maria greiddi frá, hvat hon granskar í beint nú, og hvussu gerandisdagurin hjá einum granskara er. Eisini hugleiddi hon um yvirskipaða leiklutin hjá granskingarheiminum og um stóra týdningin, sum gransking hevur fyri samfelagið.

Sendingin kann hoyrast her

Granskingarráðið skrivar á síni heimasíðu, at gestirnir í komandi tveimum sendingunum verða Sjúrður Hammer, ph.d. og granskari á Umhvørvisstovuni, og Thomas Hylland Eriksen, sum er professari á Sosialantropologisk Institut á Universitetinum í Oslo.

Eftir ætlan koma í minsta lagi tríggir gestir aftrat teimum nevndu í vetur.