University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggj samstarvsavtala gagnar KT-verkfrøði
30.04.2010
Náttúruvísindadeildin

Nýggj samstarvsavtala gagnar KT-verkfrøði

Náttúruvísindadeildin bjóðar í ár eina 3-ára BSc útbúgving í KT-verkfrøði við høvuðsdenti á teldufrøði, forritan og internet (software engineering). Fyri at víðka um skeiðsútboðið hava setursumboð vitjað Mittuniversitetið í Svøríki.


Nýggja tilboðið er munandi broytt í mun til útbúgvingina í KT-verkfrøði, sum bleiv boðin út í 2008, og sum innihelt bæði nógva støddfrøði, alisfrøði, elektronikk og forritan.

Í tí nýggju útbúgvingini í KT-verkfrøði, sum verður boðin út í ár, hevur Náttúruvísindadeildin valt at fokusera hesa útbúgvingina meira ímóti teldufrøði, forritan og internetinum, ístaðin fyri alisfrøði og elektronikk.

Starvsfólk á Náttúrvísindadeildini hava vitjað á Mittuniversitetinum í Svøríki. Sum ein serligur møguleiki, stendur tað Fróðskaparsetrinum í boði at gerast eitt sokallað “partneruniversity” við Mittuniversitetið. Avtalan inniber at lesandi í KT-verkfrøði á Náttúruvísindadeildini vera roknað sum lesandi á samstarvsuniversitetum hjá Mittuniversitetet, og fáa tí atgongd til eitt víðkað útboð av skeiðum umvegis fjarlestur. Harumframt inniber avtalan eisini møguleikar fyri umskifti av bæði lærarum og studentum.

Endamálið við samstarvinum við Mittuniversitetið er einamest at víðka um skeiðsútboðið til teirra, sum byrja uppá nýggju útbúgvingina í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum í 2010. Afturat vanligari undirvísing givin á Náttúruvísindadeildini vera ávís skeið í KT-verkfrøði útbúgvingini tikin sum fjarlestur ígjøgnum samstarvið við Mittuniversitetið.

Les tíðindaskrivið



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast