Jóan Pauli Joensen, rektari
02.06.2008
Skriva út

Nýggj seturslóg

30. mai samtykti Føroya Løgting nýggja lóg um Fróðskaparsetur Føroya. Lógin kemur í gildi 1. august.


Leingi er tá væl skal verða, sigur orðatakið. Satt at siga, so kendi eg meg ikki  heilt tryggan fyrr enn 3. viðgerð hevði verið, og málið varð samtykt. Hvat nú, um samgongan skrædnaði? So skuldi alt  umaftur einaferð afturat. Men lógin um tað nýggja Fróðskaparsetrið er  nú samtykt og kemur í gildi longu 1. august 2008  og rektari eftir teirri nýggju skipanini skal setast frá 1. oktober 2008. Her er nógv at gera hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum og ráði hennara.

 

Tann størsti spurningurin í viðgerðini í Mentanarnevndini var spurningurin um, hvat fyri slag av stovni nýggja Fróðskaparsetur Føroya skal verða.

 

Í  uppskotinum frá MMR stóð at “setrið er ein sjálvsognarstovnur undir eftirliti av landsstýrismanninum, við viðtøkum sum landsstýrismaðurin góðkennir.” Mentanarnevndin hevur sjálvandi forhoyrt seg hjá klókastu løgfrøðingum landsins, og er komin til ta niðurstøðu, at heitið sjálvsognarstovnur er uttan innihald í hesum høpi. Hetta kunnu serfrøðingarnir áhaldandi diskutera, men støðan er í løtuni tann, at lógin er samtykt, og at nýggja Fróðskaparsetrið  nú verður “ein almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, har tað er ásett í hesi lóg”. Verður semja um annað í framtíðini, so kann tað broytast við løgtingslóg. Mentanarnevndin hevur eisini gjørt aðrar smávegis tillagingar í lógini, men sjálvur substansurin í lógini er tann sami, sum í uppskotinum, sum kom frá Mentamálaráðnum.

 

Sum seinasti rektari á tí “gamla” Fróðskaparsetrinum eri eg fegin um, at lógin nú er samtykt. Eg haldi at tað er rætt at leggja teir tríggjar stovnarnar saman nú, og  lata eitt nú Vinnuskúlan  og partar av einum uppgraderaðum Føroya Handilsskúla koma við seinni.

 

Eitt tað fyrsta, sum landstýriskvinnan í mentamálum hevur at gera, er at tilnevna limir og varalimir til stýrið. Tað eru í lógini sett ávís krøv til hesar limir. Teir  skulu hava  universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Tilnevndu limirnir skulu tilsamans hava leiðsluroyndir frá vinnu- og umsiting.  Stýrið  velur sjálvt formannin, men hann skal verða millum tey, sum landstýriskvinnan í mentamálum tilnevnir. Nýggja Fróðskaparsetrið velur sjálvt tveir limir og tveir varalimir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi á  tí nýggja setrinum. Tey lesandi velja ein lim og ein varalim sínámillum.

 

Umframt at velja sínar limir skal landstýriskvinnan eisini áseta neyvari reglur um, hvussu tilmæli av umboðum fyri starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya fer fram. Tá stýrið er sett kann vera farið undir at lýsa eftir rektara, sum eftir lógini skal verða settur fyrstu ferð 1. oktober 2008, og tað er ikki so long tíð til ta tíð.

 

Tað nýggja setrið verður ein sterkari stovnur í samfelagnum, sum tað fer at verða lurta eftir og sum kemur at hava stóran týdning við allari sínari samfeldu sakkønu vitan. Tað verða sjálvandi nógvir trupulleikar at loysa hjá stýrinum og rektaranum, eitt nú hølisviðurskiftini. Her mugu avgerðir takast so skjótt sum gjørligt, so tað ber til at hava eina framtíðar kós at stevna ímóti, samstundis sum vit verða noydd til at finna millumloysnir straks. Tað hevur verið tosað um at Venjingarskúlin hølisliga  kann koma at verða ein fyribilsloysn. Skal hann tað, so eigur avgerð at verða tikin um hetta sum skjótast.

 

Fróðskaparsetur Føroya skal sjálvandi fremja hægri undirvísing og gransking, men skal ikki stagnera, men tryggja samfelagsligar raðfestingar og fyrilit í hesum sambandi, og síggja til, at raðfestingin av uppgávunum støðugt verður eftirmett. Fróðskaparsetur Føroya hevur  sjálvandi granskingarfrælsi eins og onnur universitet.

 

Tað stóra takið verður nú at skipa fyri samanleggingini og fáa skap á  nýggja Fróðskaparsetrið, tað verður ikki løtuverk, og kemur neyvan at byrja av álvara fyrr enn stýrið hevur sett rektaran. Alt kemur neyvan at ganga sum eftir ánni, tí óivað verður tað hist og her neyðugt at høgga ein hæl og klippa eina tá. Her koma stór krøv at verða sett til leiðsluevnini hjá stýri, rektara og dekanum. Arbeiðið verður ikki lætt, men áhugavert og spennandi hjá øllum á nýggja stovninum.