University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggj skiftisavtala innan Gender Studies
01.05.2018
Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj skiftisavtala innan Gender Studies

Søgu- og Samfelagsdeildin í nýggjum samstarvi við Institut for Kultur & Globale Studier (Aalborg Universitet).


Nordplus hevur játtað stuðul til nýggja skiftisavtalu millum Søgu- og Samfelagsdeildin og Institut for Kultur & Globale Studier (Aalborg Universitet). Talan er um avtalu fyri undirvísarar og granskarar , ið arbeiða við ‘Gender Studies’ (kynsfrøði) í tvørfakligum samfelagsvísindum.

Endamálið er at menna strategiskt samstarv innan ‘Gender Studies’, har m.a. hugt verður at munum og líkleikum millum norðurlond. Ætlanin er at fáa ágóða av førleikunum og tilfeinginum hjá hvørjum øðrum. Málið er fyrst og fremst at undirvísa og vegleiða hjá hvørjum øðrum, at skapa nýtt undirvísingartilfar, og at fyrireika eina skiftisavtalu fyri lesandi á hesum báðum stovnunum.

Aalborg Universitet hevur tveir sera áhugaverdar deplar fyri kynsgranskarar: FREIA (Center for Gender Research) og CeMAS (Center for Masculinity Research). Firouz GAINI samskipar verkætlanina.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun