19.08.2013
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Nýggj slóðbrótandi tiltøk fyri ungar íverksetarar

Í døgunum 19. – 23. august er Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning vertur fyri einum verkætlanarfundi og skeiði fyri føroyskum skúlaungdómi.


Partur av tiltakinum er ein nýggj heimasíða fyri ung, sum hava hug at gerast íverksetarar. Heimasíðan verður alment tikin í nýtslu hósdagin. 

Hetta er nýbrot á økinum, tí heimasíðan skal gera tað lætt hjá øllum ungum - uttan mun til hvar tey búgva - at fáa síni bjørtu hugskot ment til verulig virki. Ein altjóða verkætlan við heitinum RYE (Rural Youth Entrepeneurship) hevur staðið aftanfyri menningina av heimasíðuni. Granskingardepilin er partur í hesi verkætlan.

Hósdagin 22. August kl. 14.00 – 16.00 verður almenn móttøka í Østrøm, har kunnað verður um verkætlanina og um nýggju heimasíðuna. Øll eru vælkomin at luttaka. 

 

Ungir íverksetarar - fortreyt fyri menning og burðardyggum búskapi

Hetta er ein av niðurstøðunum í “Heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur”, ið var handað Vinnumálaráðnum í vár. Sami boðskapur liggur aftanfyri altjóða verkætlanina RYE – Rural Youth Entrepreneurship, ið Granskingardepilin er partur av. 

Tað er gagnligt fyri samfelagið, at tey ungu nema sær útbúgving - tað verið seg bókliga ella verkliga - men í kjalarvørrinum á hesum eigur samfelagið í størri mun at eggja til íverksetan. 

Fyri at økja um áhugan hjá ungum at gerast íverksetarar, er neyðugt at gera tað lætt og hugaligt at ganga hesa leið, og tí er umráðandi, at myndugleikin tryggjar, at røttu karmarnir eru til endamálið. Men onnur amboð kunnu eisini nýtast, so sum løtt atgongd hjá ungum til kunning og íblástur til íverksetan.

Hetta seinasta hevur Granskingardepilin arbeitt við saman við samstarvspørtum úr Norðurírlandi, Finnlandi og Grønlandi í verkætlanini RYE. 

 

Samfelagið tørvar ungar íverksetarar við áræði

Longu nú hava fleiri ung tikið møguleikan at gerast íverksetarar til sín, og fleiri og fleiri tiltøk spretta kring landið, ment og skipað av kreativum ungdómi. 

Seinnu árini er komið alment fokus á týdningin av ungum íverksetarum, har m.a. Íverksetarahúsið og Vinnuframi virka við hesum endamáli. Men enn meira eigur at gerast fyri at økja talið av ungum íverksetarum, vísir forkanningin í RYE verkætlanini. 

Búskapurin í smáum samfeløgum hevur stórt gagn av smáum lokalum virkjum. Av tí at nógv av tí siðbundnu vinnuni hvørvur til frama fyri meira vitanarkrevjandi vinnur, rakar hetta serstakliga øki í útjaðaranum. Fyri at steðga afturgongdini í búskapi og búseting er neyðugt, at fáa nýtt virksemi í staðin fyri tað, sum fer, og her er tað, at ungdómurin og hugskot teirra eru avgerandi. 

 

Íverksetan minkar um ungdómsarbeiðsloysi

Tiltøk, ið  stuðla ungum at gerast íverksetarar, kunnu minka um arbeiðsloysi millum ung. Hetta metir politiski myndugleikin í m.a. Norðurírlandi, Finnlandi og Grønlandi, har tey hava sett fleiri tiltøk í verk fyri at stuðla ungum, sum ynskja at koma í gongd við egnum virki. 

Í mun til fólkatalið vísir RYE kanningin, at Norðurírland hevur flestar íverksetarar millum 16 og 30 ár. Tað áhugaverda er, at tey flestu virkini verða stovnað av ungum í útjaðaranum. Hetta kann vera úrslit av tí áhaldandi arbeiðið, ið norðurírsku myndugleikarnir hava gjørt á hesum øki. Eitt av tiltøkunum er Advantage (sí www.advantage-ni.com/), ið eisini er samstarvspartur í RYE-verkætlanini, og er við í ferðalagnum til Føroyar í vikuni.  

 

Eitt sindur um verkætlanina

Talan er um eina NPP verkætlan (Northern Periphery Programme), sum er partur av tiltøkunum í NPP 2007-2013 hjá ES. Hendan verkætlanin er fíggjað helvt um helvt av ES og við lokalari fígging. 

Luttakararnir í hesi verkætlan eru Norðurírland, Finnland, Grønland og Føroyar. Olga Biskopstø er verkætlanarleiðari fyri føroyska partin.

Mánadagin koma luttakarar úr Írlandi, Finnlandi og Grønlandi til Føroya. Umframt verkætlanarleiðarar, koma eisini nakrir ungir íverksetarar við, sum í tveir dagar fara at arbeiða saman við ungum íverksetarum í Føroyum. Málið er at geva íblástur og at læra av hvørjum øðrum. Málið er eisini at byggja netverk millum ungar íverksetarar í Føroyum og í okkara grannalondum. Tað er hetta, heimasíðan m.a. eisini skal brúkast til. 

 

Skeið fyri skúlaungdómi

Við á ferðini til Føroya er m.a. Gerry Ford. Hann arbeiðir við tiltakinum Advantage, ið hevur sum uppgávu at eggja og stuðla ungdómi, sum búgva útjaðaranum, at stovna egið virki. 

Gerry kemur at halda skeið fyri næmingum í Handilsskúlanum í Kambsdali og á Tekniska Skúla í Klaksvík týsdagin 21. August. Skeiðið snýr seg um: Hvussu menni eg eitt gott hugskot?  

RYE verkætlanin endar 1. apríl 2014, men RYE–tiltakið kemur at halda fram, m.a kemur heimasíðan framhaldandi at vera virkin og ment í samstarvi millum Granskingardepilin, Íverksetarahúsið og onnur, sum virka innan hetta økið.