03.06.2015
Altjóða Skrivstovan Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Nýggj umsóknarfreist um fíggjarligan stuðul frá north2north

Nú er møguleiki fyri at søkja um fíggjarligan stuðul frá north2north. Hesin stuðul verður veittur bæði lesandi og granskarum, ið hava heimstað á einum av luttakandi stovnunum, og lesandi og granskarum, ið ynskja at vitja ein av luttakandi stovnunum. Freistin at søkja er 8. juni 2015.


North2north-samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.

Útbúgvingarstovnarnir, ið taka lut í north2north ætlanini eru Aarhus Universitet, Center for Arktisk Teknologi á Danmarks Tekniske Universitet, Roskilde Universitet, Ilisimatusarfik (lærdi háskúlin í Grønlandi), Institut for Miljø- og Erhvervsøkonomi á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrið.

Fíggjarligur stuðul frá north2north kann veitast bæði lesandi, ið hava heimstað á einum av luttakandi stovnunum, og lesandi, ið ynskja at vitja ein av luttakandi stovnunum. Sambært danskari lóg kunnu lesandi einans sleppa undan lestrargjaldi, um ein tvílandasáttmáli er millum heima- og vertsstovnin.

  • Stuðul kann veitast fulltíðarlesandi frá donskum, grønlendskum og føroyskum útbúgvingarstovnum, sum eru við í north2north-samtakinum, ið ynskja at lesa á øðrum north2north stovnum, umframt at hann kann veitast lesandi frá øðrum north2north limastovnunum, ið ynskja at lesa á einum av donsku, grønlendsku ella føroysku stovnunum. Til ber eisini at søkja um stuðul til skiftisvirksemi millum stovnarnar í danska ríkinum, men í hesum føri er tað betri, um søkt verður aðrastaðni, til dømis frá Nordplus.
  • Umsóknarfreistin er 8. juni 2015.
  • Skiftisvirksemið skal vera millum lestrarhálvurnar um heystið 2015 og várið 2016.
  • Lesandi á øllum hægri lestrarstigum kunnu søkja um stuðul (Bachelor, Master og ph.d.).
  • Skiftisvirksemið kann vara millum eina viku (kanningarferð, luttøka á ráðstevnu ella líknandi) og eitt heilt lestrarár (skiftislesnaður), ið leggur dent á eitt arktiskt evni.

Meira kunning um north2north samstarvið og um, hvussu ein søkir um stuðul, er at finna á www.uarctic.org/north2north.

Harumframt kunnu lærarar, granskarar og onnur starvsfólk á luttakandi stovnunum søkja um stuðul til skiftisvirksemi.

  • Skiftisvirksemið skal vera í 2015.
  • Lærarar, granskarar og starvsfólk frá øllum north2north limastovnum kunnu søkja um stuðul til skiftisvirksemi við aðrar luttakandi stovnar.
  • Til ber eisini at søkja um stuðul til skiftisvirksemi millum stovnarnar í danska ríkinum, men í tí føri er tað betri, um søkt verður aðrastaðni, til dømis frá Nordplus.
  • Umsøkjarin má hava starv á einum stovni, ið luttekur í UArctic samtakinum.
  • Ongin ávís tíðarlongd er ásett fyri skiftisvirksemið, men tað skal innihalda í minsta lagi 5 dagar av undirvísing, gransking ella netverking um eitt arktiskt evni.
  • Umsøkjarin hevur ábyrgd av at finna ein lærustovn at samstarva við og skal sjálvur skipa fyri sjálvum skiftisvirkseminum.
  • north2north kann veita í mesta lagi 1500 evrur í samsýning til eitt skiftisskeið, og hesin peningur kann ikki nýtast sum dagpeningur.
  • Tey, ið fáa fíggjarligan stuðul, skulu senda eina stutta frágreiðing við myndum, eftir at skiftisvirksemið er lokið.


Umsøkjarar skulu fylla eitt umsóknarblað á hesum leinki í seinasta lagi 8. juni 2015.