23.07.2018
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggj útbúgving í list á Fróðskaparsetrinum

Fróðskaparsetrið fer í næstum at bjóða út útbúgving í listaligum arbeiði. Útbúgvingin verður skipað sum ein tvey ára diplomútbúgving. Fyrstu studentarnir verða tiknir upp komandi ár


At byrja við verða tvær leiðir, ritlist og tónleikur, men við tíðini verða fleiri leiðir lagdar afturat. Upptøkukravið verður miðnámsprógv, og harumframt verður ein upptøkuroynd. Ætlanin er at taka studentar upp annaðhvørt ár.

Útbúgvingin verður helvt um helvt ástøðilig og verklig. Lærarar verða føroyskir granskarar, útlendskir gestalærarar og føroysk og útlendsk listafólk.

Eftir tørvi og áhuga kann útbúgvingin verða endalig ella støði undir framhaldandi lestri. Umframt prógv fáa studentarnar við sær eina mappu við avrikum, eitt sonevnt portfolio.

Stórur vøkstur er á listaliga økinum í Føroyum, og nógv evnarík, ung fólk fara uttanlands at nema sær útbúgving í listaligum arbeiði. Eitt tilboð í Føroyum fer helst at fáa góða undirtøku. Fjøltáttað virksemi er á tónleikaøkinum, og fleiri gávaðir ungir tónleikarar eru, sum sakna eitt útbúgvingartilboð. Ritlist fer at hava áhuga hjá mongum høvundaspírum og tekstsnillingum, sum higartil hava leitað sær á danska Forfatterskolen ella aðrastaðni og einki føroyskt útbúgvingartilboð hava havt. Væntandi fer ein slík útbúgving eisini at gagna skapandi vinnunum. Sum part av útbúgvingini skulu studentarnir taka skeið í, hvussu teir kunnu seta í verk og reka egið listaligt virksemi.

Ein fyrireikingarbólkur á Fróðskaparsetrinum hevur arbeitt við hugsjónarliga grundarlagnum undir útbúgvingini í eina tíð. Mentamálaráðið góðkendi útbúgvingina í 2016. Samskiparar hava verið Sunleif Rasmussen, komponistur og lærari á Námsvísindadeildini, og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini.

Fróðskaparsetrið søkir nú eftir vísindafólki til útbúgvingina, sí starvslýsing HER