University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggj útbúgving - nýggj andlit
12.09.2013
Náttúruvísindadeildin

Nýggj útbúgving - nýggj andlit

19 fulltíðarlesandi eru byrjað á nýggju verkfrøðiútbúgvingini á NVD innan orku og umhvørvi.


So eru tey 19 fulltíðarlesandi byrjað á nýggju verkfrøðiútbúgvingini á Náttúruvísindadeildini innan orku- og umhvørvi. Lestrarbyrjanin var longu 19. august, og fyrstu vikurnar hava gingið sera væl. Fram til heystfrítíðina hava tey lesandi hesi trý skeið:

  • Innleiðsluskeið
  • Jørð, hav og luft
  • Støddfrøði


Tey lesandi hava fyrstu vikurnar verið fleiri túrar við fakligum innihaldi. Sum partur av 'Jørð, hav og luft' skeiðnum hava tey lesandi verið við rannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni, har fjarðakanningar vóru á skránni. Hetta er partur av havfrøðiundirvísing, sum Karin M. H. Larsen stendur fyri. Skipað hevur verið fyri útferð, har kunnað varð um Føroya jarðfrøði, m.a. um føroysku jarðfrøðisøguna, fláarøðina og steinrenningar. Uni Árting hevur jarðfrøðiundirvísingina um hendi.

Innleiðsluskeiðið er skipað við eini røð av gestafyrilestrum frá stovnum og fyritøkum í Føroyum. Sum liður í hesum hevði SEV boðið teimum lesandi at síggja vindmyllurnar í Neshaga og Eiði 2 Suðurverkætlanina, Eiðisverkið og koblingsstøðina í Skálabotni.

Sum nakað nýtt verður støddfrøðiundirvísingin á hesari útbúgvingini koyrd lutvíst sum fjarlestur á DTU (Danmarks Tekniske Universitet) á tann hátt, at tey lesandi hava atgongd til fyrilestrar og ymist lærutilfar á netinum, meðan leiðbeining og uppgávurokning er á setrinum. Petur F. Zachariassen stendur fyri hesum partinum av útbúgvingini.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025