Brynhild Thomsen
11.05.2021
Setrið Føroyamálsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Nýggj útgáva: Føroysk purisma søguliga og samtíðarliga

Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Føroysmálsdeildini, hevur skrivað bókina, "Føroysk purisma: Føroysk orð ella orð í føroyskum?"

Síðst í vikuni ella fyrst í næstu viku kemur eitt verk út hjá Jógvani í Lon Jacobsen, professara, sum bókaforlagið Fróðskapur gevur út.

Bókin snýr seg um føroyska purismu, bæði søguliga og samtíðarliga. Eisini er ein ástøðiligur partur um t.d. málvariatión, hugburð, normar og atlaging, umframt greiningar av trimum útvarpssamrøðum.

Tann søguligi tráðurin gongur heilt aftur til tann klassiska retorikkin, tí vit síggja nøkur felags eyðkenni í retorikkinum og purismuni.

Tann samtíðarligi parturin byggir í høvuðsheitum á kanningar um tøkuorð og nýggjyrði, sum var partur av eini stórari felags norðurlendskari kanning frá umleið 2000 til 2013 undir heitinum "Moderne importord i språka i Norden".

Fróðskapur er bókaforlag, sum Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya eiga í felag.

Forlagið gevur umleið fimm bøkur út árliga. Nakrar av bókum forlagsins eru eisini tøkar sum ebøkur.