University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot_2021-04-12 Facebook.png

Bergur Rønne Moberg, lektari á Føroyamálsdeildini, hevur ritstjórnað ráðstevnuantologiina, Radierende felter

12.04.2021
Setrið Føroyamálsdeildin

Nýggj útgáva: Prosa sum maskinrúmið í bókmentum

"Radierende felter" er heitið á nýggjari ráðstevnuantologi, sum Bergur Rønne Moberg, lektari á Føroyamálsdeildini hevur ritstjórnað

Danska forlagið, Multivers, hevur givið antologiina út, sum ber heitið "Radierende felter - prosaens litterære laboratorium".

Bókin snýr seg um prosa sum maskinrúmið í modernaðum bókmentum.

Talan er um eina almenna prosadimensjón, ið fer sum ein ylur gjøgnum skaldsøguprosa, stuttsøguprosa, essayprosa, yrkingaprosa og fiktiónsprosa yvirhøvur. Prosa víðkar virkisøkið hjá bókmentum við tað, at hon ger bókmentirnar meira heimsvendar, rúmligar, hybridar og sjangru-tvørgangandi.

Prosa hevur víðkað bókmentir á ymsan hátt m.a. sum autofiktion, ið rúmar fjølstreingjaðar koblingar millum veruleika og fiktión.

Men í hesari bók verður dentur lagdur á bókmentalandafrøðilig sjónarmið við atliti at lýsingum av rannsóknarferðum, koloniseringum og globalisering og tey mentanarmøti, sum loða uppi við hesum landafrøðiligu víðkanum.

Prosa leggur alsamt nýggjar landafrøðir inn undir seg við at fortelja – kortleggja – ófortald øki ella við at fortelja fortald øki av nýggjum við serligum atliti at landafrøði.

Greinirnar í bókini umboða eitt breitt úrval av eldri og nýggjari, stórum og smáum bókmentaligum landafrøðum í og uttan fyri Evropa.

Prosain hóskar væl saman við tí uppstigan av staði og rúmi (‘the spatial turn’), sum vit hava sæð vaksið fram seinastu áratíggjuni innan fyri bókmentir og gransking í bókmentafrøði og hugvísindi yvirhøvur.

Tey, sum skrivað hava eru: Arne Melberg, Gisle Selsnes, Erik Skyum-Nielsen, Jørn Boisen, Martin Zerlang, Neal Ashley Conrad Thing, Alexander Carnera, Anna Smedberg Bondesson, Trøstur Helgason og Bergur Rønne Moberg, sum eisini hevur skrivað inngang til bókina.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya