University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bjørn Kunoy Og BIICL Útgáva
30.01.2026
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj útgáva um ósemjur og altjóða lóg

Bretski granskingarstovnurin British Institute for International and Comparative Law (BIICL) hevur útgivið stórt granskingararbeiði, ið setur sjóneykuna á løgdømi hjá altjóða dómstólum og gerðarrættum

Heitið á verkætlanini er “Mixed Disputes in International Dispute Settlement”.

BIICL er týdningarmikil bretskur granskingarstovnur, sum samstarvar við nógvar lærdar háskúlar um altjóðarættarlig viðurskifti.

Meira um BIICL her.

Til hetta arbeiðið hevur BIICL leitað sær hjálp frá professarum og advokatum úr ymiskum londum.

Bjørn Kunoy, adjungeraður professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, er fyrstnevndur ráðgevandi í nevndini, ið eisini telur sjey aðrar limir.

Bjørn Kunoy hevur útgivið fleiri vísindaligar greinar, ið viðgera týdningarmiklar tættir, sum henda BIICL-útgreiningin viðgerð. Hetta kemur fram í útgreiningini, sum í fleiri førum tekur útgangsstøði í framførslum, sum okkara adjungeraði professari hevur ført fram í ymiskum vísindaligum tíðarritum.

BIICL-útgreiningin sæst her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving