University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Football Is Medicine
19.10.2026
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

Granskarar á Fróðskaparsetri Føroya og Syddansk Universitet hava givið út eina nýggja vegleiðing, sum vísir, hvussu fótbóltsvenjing kann brúkast til at betra heilsuna hjá fólki við diabetes 2 ella undan-diabetes

Vegleiðingin, Football for Diabetes, byggir á umfatandi gransking seinastu 20 árini, sum hevur víst, at fótbóltsvenjing kann hava góða ávirkan á konditión, kropssamanseting og fleiri týðandi heilsuviðurskifti.

Tað eru May-Britt Skoradal og Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya og Tina-Thea Nielsen og Peter Krustrup frá Syddansk Universitet, sum hava gjørt vegleiðingina.

Endamálið er at gera tað lættari hjá heilsustarvsfólki, ítróttafeløgum og øðrum at skipa fótbóltsvenjing fyri fólk við diabetes. Venjingin kann lagast til ymiskar aldursbólkar og førleikar, og tað krevst ikki, at luttakararnir hava spælt fótbólt áður.

– Ein av størstu avbjóðingunum er ikki bara at fáa fólk at røra seg, men eisini at fáa tey at halda fram við at vera kropsliga virkin. Fótbóltur sameinir munagóða venjing við gleði og sosiala samveru, sum kann hjálpa fólki at varðveita hugin at røra seg, sigur May-Britt Skoradal, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Vegleiðingin er eisini ment við íblástri frá altjóða diabetesfelagsskapinum IDF Europe.

Nýggja vegleiðingin verður millum annað løgd fram á altjóða ráðstevnuni Football is Medicine í Odense 26.–29. januar 2027. Har fara Fróðskaparsetrið, Syddansk Universitet, Diabetesfelagið í Føroyum og IDF Europe at samstarva um vísindaligar framløgur, kjak og verklig skeið um fótbólt sum heilsufremjandi venjing.

Les vegleiðingina Football for Diabetes HER.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Opin fyrilestur á netinum um próvtøkuótta

  2. Rógvi Olavson Staðið Phd 13112026

    Væleydnað ph.d.-verja hjá Rógva

  3. Forsíða Klipt

    Setrið byggir brúgv til miðnám