University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggj verkætlan av bakkastokki
21.12.2015
Námsvísindadeildin

Nýggj verkætlan av bakkastokki

Firouz Gaini luttekur í altjóðari granskingarverkætlan, sum fer av bakkastokki í 2016.


Verkætlanin við heitinum ‘Valuing the past, sustaining the future: Education, knowledge and identity across three generations in coastal communities’, hevur fingið fíggjarjáttan frá FINNUT (Forskning og innovasjon i utdanningssektoren) hjá norska granskingarráðnum. Fimm út av 62 umsóknum fingu játtan.

Anne Trine Kjørhold, professari á Norsk senter for barneforskning á NTNU, er verkætlanarleiðari. Talan er um tvørfakliga komparativa kanning, sum hyggur at dynamiska samspælinum millum útbúgving, lokalsamfelag og arbeiðslív í ‘stranda’ kommunum í Noregi, Kýpros, Írlandi, Australia og Føroyum.

Verkætlanin hyggur at trimum ættarliðum í øllum samfeløgunum - ungdómur, foreldur og ommur/abbar – fyri at lýsa og greina á hvønn hátt vitan/læring verður borin millum ættarliðini. Eisini verður hugt at sambandinum millum formliga útbúgving og lokala óformliga læring. Firouz Gaini umboðar Fróðskaparsetur Føroya í hesi verkætlan.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025