University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggj verkætlan av bakkastokki (1)
04.01.2016

Nýggj verkætlan av bakkastokki

Firouz Gaini luttekur í altjóða granskingarverkætlan, sum fer av bakkastokki í 2016


Firouz Gaini luttekur í altjóða granskingarverkætlan, sum fer av bakkastokki í 2016. Verkætlanin, við heitinum ‘Valuing the past, sustaining the future: Education, knowledge and identity across three generations in coastal communities’, hevur fingið fíggjarjáttan frá FINNUT (Forskning og innovasjon i utdanningssektoren) hjá norska granskingarráðnum. Fimm út av 62 umsóknum fingu játtan.

Anne Trine Kjørholdt, professari á Norsk senter for barneforskning á NTNU, er verkætlanarleiðari.

Talan er um tvørfakliga komparativa kanning, sum hyggur at dynamiska samspælinum millum útbúgving, lokalsamfelag og arbeiðslív í ‘stranda’ kommunum í Noregi, Kýpros, Írlandi, Australia og Føroyum. Verkætlanin hyggur at trimum ættarliðum í øllum samfeløgunum - ungdómur, foreldur og ommur/abbar – fyri at lýsa og greina á hvønn hátt vitan/læring verður borin millum ættarliðini. Eisini verður hugt at sambandinum millum formliga útbúgving og lokala óformliga læring.

Firouz Gaini umboðar Fróðskaparsetur Føroya í hesi verkætlan.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga