
Nýggj verkætlan av bakkastokki
Firouz Gaini luttekur í altjóða granskingarverkætlan, sum fer av bakkastokki í 2016
Firouz Gaini luttekur í altjóða granskingarverkætlan, sum fer av bakkastokki í 2016. Verkætlanin, við heitinum ‘Valuing the past, sustaining the future: Education, knowledge and identity across three generations in coastal communities’, hevur fingið fíggjarjáttan frá FINNUT (Forskning og innovasjon i utdanningssektoren) hjá norska granskingarráðnum. Fimm út av 62 umsóknum fingu játtan.
Anne Trine Kjørholdt, professari á Norsk senter for barneforskning á NTNU, er verkætlanarleiðari.
Talan er um tvørfakliga komparativa kanning, sum hyggur at dynamiska samspælinum millum útbúgving, lokalsamfelag og arbeiðslív í ‘stranda’ kommunum í Noregi, Kýpros, Írlandi, Australia og Føroyum. Verkætlanin hyggur at trimum ættarliðum í øllum samfeløgunum - ungdómur, foreldur og ommur/abbar – fyri at lýsa og greina á hvønn hátt vitan/læring verður borin millum ættarliðini. Eisini verður hugt at sambandinum millum formliga útbúgving og lokala óformliga læring.
Firouz Gaini umboðar Fróðskaparsetur Føroya í hesi verkætlan.
-
26.01.2021 Setrið NáttúruvísindadeildinVísindagrein um sjóvarfalsorku á landgrunninumEin meting av orkunøgdini í sjóvarfalsrákinum á føroyska lan...
-
25.01.2021Væleydnað tiltak um Horizon EuropeES-kommisjónin sjósetur í næstum Horizon Europe, sum er nýgg...
-
25.01.2021 Setrið NámsvísindadeildinNýggj nevnd í Mentanargrunni LandsinsNýggja nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur havt fyrsta f...