University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggj vísindagrein í altjóða tíðindariti
Anna K. Matras
16.03.2011
Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj vísindagrein í altjóða tíðindariti

Viðurkenda vísindaliga tíðarritið “International Journal of Quality and Service Sciences” hjá forlagnum EMERALD hevur í komandi útgávu eina grein kallað “Rethinking “quality” by classic grounded theory”. Talan er um vísindagrein eftir Ólavi Christiansen, Ph.D. í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.


(Meira um “International Journal of Quality and Service Sciences” her)

Ólavur vardi í 2007 PhD ritgerð við einum nýggjum ástøði um vinnuvirkisatburð. Hetta ástøðið er við induktión skapt beinleiðis úr dátum, t.v.s. grundað í dátum við at nýta vísindaliga háttalagið “classic grounded theory”.  Sum ein av 12 “fellows” í “Grounded Theory Institute” í Milll Valley í California er Ólavur viðurkendur sum serkønur í nýtsluni av hesum granskingarháttalagi. Stovnarin av “Grounded Theory Institute” og skaparin av “classic grounded theory” háttalagnum er Barney Glaser, sum seinastu 40 árini er ein hin mest siteraði granskarin innan samfelagsvísindini.

Ólavur hevur sum nakað nýtt lagt dent á at menna nýtsluna av “classic grounded theory” háttalagnum innan vinnulívs- og virkisleiðsluøkið (m.a. at forklára virkisleiðsluatburð) og eisini innan búskaparliga økið. Ólavur arbeiðir nú við at menna mannagongdirnar til ráðgeving av vinnuvirkjum. Eisini arbeiðir hann við at menna eitt ástøði, ið kann forklára makro-búskaparpolitikiskan atburð – eisini við nýtslu av “classic grounded theory” háttalagnum.

15. februar í ár virkaði Ólavur Christiansen sum opponentur við doktararitgerðarverju við Lærda háskúlan í Stokhólmi á “Företagsekonomiska Institutionen”. Boð vóru eftir honum sum serkønum í nýtslu av “classic grounded theory” háttalagnum. Ólavur er “peer review editor” á “Grounded Theory Review – An International Journal” og hevur m.a. eisini “peer-reviewað” fyri Taylor & Francis tíðarritið “Production Planning & Control – The Management of Operations”.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  3. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning