University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
free-speech-gaini klipt.png

(Foto: gransking.fo)

gransking.fo
04.07.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj vísindalig grein um haturstalu og sensur

Sigri M. Gaïni vísir í vísindaligari grein á, at hóast manglandi lóggávu um haturstalu í USA, so er sensururin á politiskari talu vaksin á amerikanskum og seinni eisini europeiskum stovnum seinastu áratíggjuni

Greinin hjá Sigri M. Gaïni, sum er ph.d.-lesandi í politiskari filosofi, er nýliga útgivin í vísindaliga tíðarritinum Etikk i Praksis og er javnlíkamett.

Heitið á greinini er “Universities and other Institutions – not Hate Speech Laws – are a threat to Freedom of Political Speech”, og hon viðger fyrst av øllum kenda politiskt-filosofiska argumentið The Argument from Political Speech.

Høvuðsargumentið hjá Sigri Gaïni er, at manglandi haturstalulóggávur í USA hava givið baksláttur við tað, at sensururin á politiskari talu er vaksin á amerikanskum - og seinni eisini europeiskum - stovnum tey seinastu áratíggjuni.

Hon vísir á, at tað, at minnilutar í USA ikki hava havt eina lóg til at verja seg ímóti ágangi og niðrandi talu, hevur elvt til, at hesir bólkar hava sett krøv til eitt nú útbúgvingarstovnar um at seta reglur í gildi til tess at verja seg. Hetta hevur tó givið baksláttur við tað, at sensururin er farin alt ov vítt – nakað, sum sæst aftur sum m.a. “ekstrem politisk korrektheit” og  “cancel culture”.

Niðurstøðan hjá Sigri Gaïni er, at lógir ímóti haturstalu ikki bara verja minnilutar ímóti niðrandi talu, men um somu tíð kunnu verja fólkaræði ímóti krøvum um sensur.

Greinin kann lesast frítt her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Álvur Haraldsen 260526 0161 (1)

    UArctic Congress 2026: Ljómandi veitsla í Tórsgøtu

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

    Costas, ES-kommisserur: - Hetta er órættvíst

  3. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett