University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
sigri-gaini-cancel-culture.jpg
10.07.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj vísindalig grein um haturstalu, politiskt talufrælsi og "cancel culture"

Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni, phd-kandidat í politiskari filosofi, er útgivin í vísindaliga tíðarritinum "ATHENA - Critical Inquiries in Law, Philosophy and Globalization". Greinin er javnlíkamett. 

Greinin Democratic Formation as the Response to a Growing Cancel Culture viðger vaksandi trupulleikan av sokallaðu "avlýsingarmentanini", ið fyrst av øllum sæst aftur á universitetum í USA.

Í greinini leggur Sigri M. Gaïni fram eitt nýtt argument: The Argument from Democratic Formation (á føroyskum: Argumentið um fólkaræðisliga myndan).

Hetta argumentið knýtir tvey vanliga mótsigandi sjónarmið, hvørt á síni síðu av kjakinum um politiskt talufrælsi, saman. Argumentið umboðar bæði tað sjónarmið, at lógir ímóti haturstalu eru neyðugar, og um somu tíð tað sjónarmið, at "cancel culture" ikki eigur at góðtakast í einum liberalum fólkaræði. 

Greinin kann lesast frítt her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving