University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kristin Hardwick Lærari Freerangestock

Lærarayrkið er undir stórum trýsti í fleiri av grannalondum Føroya, og vit mugu eisini vera á varðhaldi (Foto: Freerangestock.com)

28.11.2025
Setrið Námsvísindadeildin

Nýggj vísindalig grein um lærarayrkið

Hans Harryson, lektari í námsvísindum á Námsvísindadeildini, hevur givið eina vísindaliga grein út í íslendska tíðarritinum Netla

Greinin tekur støði í teirri sannroynd, at lærarayrkið er undir stórum trýsti í fleiri av Norðurlondum.

Færri og færri ung vilja gerast lærarar. Fleiri og fleiri av teimum, ið fara undir læraralestur, gevast á hálvari leið. Og ein størri og størri partur av nýútbúnum lærarum fara úr starvi eftir fáum árum.

Úrslitið av hesi gongd er, at í fleiri norðurlendskum fólkaskúlum hevur ein triðingur ella ein fjórðingur av undirvísarunum ikki læraraútbúgving.
 
Hetta óhepna rákið sæst ikki í Føroyum enn. Men tað er týdningarmikið, at tey, ið varða av skúlaøkinum, eru á varðhaldi.

Greinin, ið Hans Harryson hevur skrivað, hevur heitið "Five Quality Indicators: An Analytical Framework for Evaluating Teacher Education".

Í greinini leggur høvundurin ein metingarfrymil fyri lesaran, ið vísir, hvørji dygdarbarometur ein eigur at hava fyri eygað, tá ið ein skal meta um  læraraútbúgvingina í síni heild, og tá ið ein skal taka støðu til, hvussu útbúgvingin kann styrkjast.

Greinin kann lesast her

Í apríl 2025 gav Fróðskaparrit út greinina “Praktikvejlederens primære opgave i læreruddannelsen. – Et Mixed-methods studie blandt lærerstuderende på Færøerne”. Í hesi greinini kannar Hans Harryson tann leiklut, ið starvslæruvegleiðarar hava í føroysku læraraútbúgvingini.

Tann greinin kann lesast her.  

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving